Síðan Norrøna fór at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð fyri Smyril, hevur Smyril Line leigað farnaskipið Clipper Pennant - í fyrsta lagi til flutning av farmi á somu rutu og eftir somu ferðaætlan, sum Norrøna annars hevði siglt.
Rúni Olsen, sum er maritimur stjóri hjá Smyril Line, sigur, at siglingin hjá Clipper Pennant hevur riggað ógvuliga væl.
- Hetta er eitt gott skip, og alt hevur gingið upp á stás. Vit klára allar farmauppgávur og farmaavtalur, sum Norrøna annars skuldi tikið sær av, og á flestu túrum hava vit eisini havt nøkur ferðafólk.
Maritimi stjórin sigur, at Clipper Pennant hevur 12 einmanskømur umborð, og soleiðis kann skipið hava í mesta lagi 12 ferðafólk við á hvørjum túri.
Rúni Olsen sigur, at farmaskipið fer at sigla fyri Smyril Line, til Norrøna er leys aftur av Suðuroyarsiglingini - í seinasta lagi hin 21 mars, tá skipið fer páskatúr úr Føroyum til Danmarkar.