Veljarar í New York fylgja sjónvarpskjakinum millum demokratin Kamala Harris og republikanaran Donald Trump. - Foto: Leonardo Munoz/Ritzau Scanpix

CNN-kanning: Kamala Harris vann greitt á Trump

67 prosent siga í kanning, at Harris kláraði seg best í forsetakjakinum. Veljarar vóru meira ivandi undan sjónvarpskjakinum.

Veljarar í New York fylgja sjónvarpskjakinum millum demokratin Kamala Harris og republikanaran Donald Trump. - Foto: Leonardo Munoz/Ritzau Scanpix

Demokraturin Kamala Harris vann greitt, er niðurstøðan hjá CNN, eftir eina kanning, sum sjónvarpsstøðin hevur gjørt eftir forsetakjakið í nátt millum Harris og republikanaran Donald Trump.

Kanningin vísir, at 63 prosent eru av teirri fatan, at Harris kláraði seg best móti 37 prosentum til Trump.

Kanningin er gjørt millum skrásettar veljarar, um hugdu eftir kjakinum á sjónvarpsrásini ABC.

CNN hevði undan kjakinum spurt somu veljarar um vónirnar til atburðin hjá teimum báðum. Tá søgdu 50 prosent, at tey góvu Harris ein fyrimun og onnur 50 prosent, at tey góvu Trump ein fyrimun.

/ritzau/

 

Veljarar í New York fylgja sjónvarpskjakinum millum demokratin Kamala Harris og republikanaran Donald Trump. - Foto: Leonardo Munoz/Ritzau Scanpix