CO2 avgjald skal fíggja grøna orkuskiftið

Eiga at seta eitt CO2 avgjald, sum er markað til at fíggja grøna orkuskiftið

Á ráðstevnuni Varandi heimur hevði Bogi Bech Jensen, orkuserfrøðingur, eina framløgu um, hvussu vit fremja grøna orkuskiftið.

– Koyra vit eina krónu á hvørt útlátið kilo av co2, so hava vit eina milliard krónur. Tað kann vera øgiliga freistandi at brúka tað til sjúkrahús, skúlar, tunlar og annað, men so verður tú bundin av tí. 

Tað segði Bogi Bech Jensen í framløgu síni í gjár.

– Vit eru vorðin bundin av verandi oljuavgjaldi. Tað fer inn í landskassan, og landsins myndugleikar hava óbeinleiðis brúk fyri, at vit brenna olju, tí annars hava vit ikki ráð at dríva skúla, byggja tunellir og alt hetta sum vit elska. 

 

##med2##

 

– So um vit seta eitt co2 avgjald á, sum 100 prosent er markað til at fíggja grøna orkuskiftið. Tað kundi til dømis verið, um vit hugsa um seinastu vindútboðini, so varð okkurt vunnið í 2018 og 2019 og tað tók eina, og tað tók eina løtu at koma um vegna ymisk viðurskifti. Men tey sum seta vindmyllurnar upp hava ikki so øgiliga stóran skund.

– Um tú tey fyrstu fimm árini fekk eitt nú 10 oyru eyka fyri hvønn kilowatttíma, so hevði tað havt skund. So høvdu vit gjarna viljað havt sólsellur upp, vindmyllur og hvat tað annars skuldi verið. Men tað má ikki vera nakað, sum varar ævugt, tí hevur tú eitt oljuavgjald, so skal tað blíva til 0, og tá skalt tú ikki hava brúk fyri pengunum meira.

Hoyrið framløguna hjá Boga Bech Jensen við at trýsta á pílin á myndini.