Vinnuhúsið skrivar, at CO2-roknarin er eitt rokniamboð í Excel, ið fyritøkur kunnu nýta til at gera upp sítt árliga CO2-útlát. Sambært altjóða leiti verður útlátið býtt upp í trý vav:
Vav 1: Útlát frá brennievnum og kølievnum
Vav 2: Útlát frá elnýtslu og fjarhita
Vav 3: Útlát frá allari virðisketuni (15 bólkar, harav 6 bólkar eru tøkir í CO2-roknaranum)
Tá fyritøkur rokna sítt útlát fyri fyrstu ferð
Fyrstu ferð, ið ein fyritøka skal gera upp sítt útlát, er skilagott at bert gera hetta fyri vav 1 og 2. Til at rokna hetta útlátið er neyðugt at fáa hesi hagtøl til vega:
Nøgd av brennievni (frá orkufeløgum)
Nøgd av kølievni, ið er fylt á (innanhýsis rokning)
Elnýtsla (frá SEV)
Fjarhitanýtsla (frá Fjarhitafelagnum)
Eru fyrispurningar ella ivamál um CO2-roknarin, ber til at venda sær til Vinnuhúsið ella beinleiðis til Umhvørvisstovuna fyri at fáa vegleiðing.
Allir CO2-roknarar (2021, 2022 og 2023) kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her: Luft og veðurlag - Umhvorvisstovan (us.fo)