Í londunum kring okkum er tað vorðið alsamt meir vanligt at leita sær til ein coach í spurningum um persónliga menning og sum ítøkiliga hjálp til at finna røttu motivatiónina at røkka einum máli.
Undir yvirskriftini Finn tína styrki - og skapa tað lív, tú ynskir tær! fer Elisabeth Akursmørk at halda fyrilestur um coaching í Leikalund í kvøld.
Skapa tað lív tú ynskir
Ein coach arbeiðir út frá tí sannføring, at tín styrki liggur goymd í týdninginum, tú gevur lívinum.
Elisabeth vísir á, at flestu av okkum vita, at vit eru før fyri at skapa tað lív, vit ynskja okkum. Avbjóðingin er bert, at vit ikki altíð vita hvussu.
- Vit ráða ikki altíð yvir, hvørjum vit koma út fyri ella hvat vit uppliva. Men vit kunnu velja, hvussu vit hugsa um tað, hvønn týdning vit lata tað fáa og hvussu vit lata tað ávirka okkara lív framyvir. Men tað krevur at vit taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, sigur Elisabeth.
Hesin fyrilestur setur fokus á týdningin, av at seta tær mál og at røkka teimum, hvussu tú finnur og brúkar egnar møguleikar at mennast.
Økonoma og coach
Elisbeth er 34 ára gomul og útbúgvin økonoma. Í seinastuni hevur hon tó valt at víðka um sína útbúgving, og hevur verið á coaching skúla í Danmark. Coaching virksemið hjá Elisabeth virkar á tann hátt, at Elisabeth fer út á virkir og skúlar, at hava fyrilestrar og skeið fyri næmingum og starvfólki, umframt at hon gevur persónliga vegleiðing til einstaklingar. Eisini hevur hon hegnisliga sameint sínar tvær útbúgvingar á klænkiskeiðum og skeiðum um at heilsugóðan mat.
Elisabeth Akursmørk hevur fingið rættiliga nógva umrøðu fyri sítt arbeiði og hevur millum annað eisini svarað spurningum í ungdómssendingini Zip.
Eftir fyrilesturin fer Maj Bjerregaard frá Húsarhaldsskúlanum at borðreiða við heitari suppu, og lagt verður tí upp til eitt hugnaligt kvøld saman.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis og verður mánakvøldið 13. mars kl 20.