Fýra ungir mans, sum Portalurin tosaði við í morgun, skiltu ikki, hví fólk fíltust inn á veðrið í gjárskvøldið. - Come on, vit búgva í Føroyum. Vit vita, at tað er keðiligt veður í heilum, so regn og vindur kemur ikki óvart á, vóru teir fýra samdir um.
Teir bardu seg gjøgnum illveðrið í gjár og ballaðust á tjaldingarøkinum í nátt. Í morgun svóvu teir í tríggjar til fýra tímar, áðrenn teir vóru til reiðar at herja á aftur.