Hóskvøldið klokkan 18.30 spæla Brøndby og HB seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á leikvøllinum í Brøndby. Fyrri dysturin endaði 1-1.
Tað verður írski dómarin, Rob Hennessy sum dømdi U19 EM-finaluna millum Niðurlond og Spania 26. juni, ið skal leiða dystin millum Brøndby og HB.
34 ára gamli, Rob Hennessy hevur dømt altjóða dystir síðani 2019, so tað er ein hampuliga altjóða royndur dómari HB fær niðri í Brøndby.
Rob Hennessy hevur dømt 174 dystir í bestu írsku fótbóltsdeildini.
BRØNDBY IF (DEN) - HB TÓRSHAVN (FRO)
Dómari: Robert Hennessy IRL
Hjálpardómari 1: Dermot Broughton IRL
Hjálpardómari 2: Emmett Dynan IRL
Fjórði dómari: Damien MacGraith IRL
UEFA dómaraeygleiðari: Mehmet Murat Ilgaz TUR
UEFA umboð: Ignas Marcinkevičius LTU