Tað eydnaðist ikki Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík at fremja tað stóra undurið í Conference League.
Víkingur hevði eina 2-1 leiðslu við sær til Grikkalands til seinna Play Off dystin móti Panathinaikos í Conference League. Tá 70 minuttir vóru leiktir legði Filip Mladenovic heimaliðið á odda, og so var samlaða støðan javnleikur 2-2. Tað sá út til, at dysturin skuldi fara til longda leiktíð, men fimm minuttir inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat økti Tete til 2-0, og so vann Panathinaikos samanlagt 3-2.
Gunnar sum hevur verið darvaður av skaða kom á vøllin í 81. minutti, og fekk sostatt lut í søguligu uppgerðunum, har Víkingur sum tað fyrsta íslendska felagsliðið nakrantíð hevur vunnið seg víðari úr deildarspælinum í einari evropeiskari kapping.
NK Celje uttan Hanus Sørensen á liðnum vann á útivølli 2-0 á kýpriotiska liðnum, APOEL. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2, og vann Celje sostatt ein samlaðan 4-2 sigur. Celje fer sostatt at spæla áttandapartsfinalur í Conference League.
APOEL-Celje 0-2 (0-1) (2-4 samanlagt)
0-1 Armandas Kucys ('45 )
0-2 Tamar Svetlin ('51 )
Panathinaikos Vikingur Reykjavík 2-0 (0-0) (3-2 samanlagt)
1-0 Filip Mladenovic ('70 )
2-0 Tete ('95)