Contrazt á Dansibandsfestivalin 2023

Contrazt fer á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági 2023.

 

Contrazt er eitt av kendu dansibands-nøvnunum í Norra, sum seinastu nógvu árini hevur spælt á dansibandspallum í øllum Norðurlondum.

 

Contrazt hevur eisini verið á palli í Føroyum fyrr, og nú koma vælumtóktu Contrazt aftur til Vágs.

 

Contrazt eru mannað av:

 

Gro Anita Dybendal, sang

 

Leif Dybendal, gittar og sang

 

Kay Ronny Brobakken, trummur

 

Svein Morten Haugerud, tangentar og saksefon