Copa Amerika: VAR fór illa við Brasilia

Í nátt vóru tveir dystir í Copa amerika, millum annað snávaðu vertirnir

Í nátt vóru tveir dystir í størstu altjóða fótbóltskappingini í Suðuramerika. Í ár verður Copa Amerika hildið í Brasilia. Bolivia spældi ímóti Peru, og hesin dysturin endaði 3-1 til Peru, eftir at Bolivia var komið á odda aftaná ein hálvan tíma.

Tann seinni dysturin byrjaði ein tíma aftaná tann fyrri var liðugur, og hann var ímillum vertarnir úr Brasilia og Venezuela. Hesin ovurspennandi dysturin endaði heldur óvæntað við 0-0.

Tað ið eyðkendi hendan dystin var VAR (Video assistant referee), VAR kolldømdi tvey mál hjá Brasilia. Umframt tað, bleyv eitt triðja mál eisini kolldømt. Brasilia vóru sera óhepnir, og fingu aldrin tað forloysandi málið.

Brasilia liggja hóast alt á einum javnum fyrsta plássi í bólki A, tí Peru hava eisini mist stig. Bæði liðini hava fýra stig eftir tveir dystir, og tískild er lagt upp til eina spennandi bólkafinalu leygardagin klokkan 20.

Í kvøld eru tveir dystir á skránni, klokkan 22:30 spæla Colombia ímóti Quatar, og í nátt klokkan 1:30 møtast Argentina og Paraguay.

Báðir dystirnir í kvøld eru í bólki B. Í løtuni liggja Colombia og Paraguay til at koma víðari úr bólkinum

Eitt yvirlit yvir bólkarnar í Copa Amerika, kann síggjast HER