Copenhagen Historic Grand Prix 2010

Leygardagin 7. og sunnudagin 8. august var Copenhagen Historic Grand Prix 2010 í Fælledparken í Keypmannahavn

Talan var um eitt stórt tiltak í miðbýnum í Keypmannahavn við bæði kappkoyring við gomlum bilum og framsýning av gomlum og nýggjum bilum.

Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðan italska Alfa Romeo bilverksmiðjan varð stovnað var ein stór framsýning av bæði nýggjum og gomlum Alfa Romeo bilum. Umframt Alfa Romeo vóru eisini framsýningar av bilmerkjum sum t.d. Porsche, Ferrari, Mercedes-Benz og Saab.


Millum luttakararnar í Grand Prix koyringini vóru kend nøvn sum t.d. Tom Kristensen, sum er ambassadør fyri tiltakið, og Joachim prinsur sum eisini er protektor fyri tiltakið.


Umframt kappkoyringarnar varð eisini skipað fyri tiltakinum “Race for Riget”, har allur peningurin fór óskerdur til krabbameinssjúk børn og ung á Ríkissjúkrahúsinum. Við at gjalda eina ávísa upphædd høvdu tey vitjandi møguleika fyri at sita í einum av kappkoyringarbilunum við einum kendum rasarakoyrara við rattið, meðan koyrt varð á kappkoyringarbreytini. Peningurin sum kom inn, næstan 100.000 krónur, fór óskerdur til deildina fyri krabbameinssjúk børn og ung á Ríkissjúkrahúsinum.


Nógv fólk vóru til Copenhagen Historic Grand Prix, sum eisini varð skipað sum eitt tiltak fyri alla familjuna.