Tá løgregla og sjúkrabilur koma, vísir tað seg skjótt, at tað hann helt vera vápn, bara var eitt óskyldugt rattlás. Babitch knekkar fullkomiliga, og skandalan hóttir: mánaðirnar frammanundan er hann vorðin heiðraður sum dagsins hetja í fjølmiðlunum, eftir at hava bjargað trimum børnum undan herviligum eldi. Nú er hann í vanda fyri ikki bert at missa sín hetjustatus, men eisini at verða syndabukkur og missa arbeiðið í einum máli um politiharðskap.
Ray Donlan (Harvey Keitel) ger av at bjarga systursoni og starvsfelaga sínum og býtir skjótt rattlásið um við eina skambyrsu, meðan Babitch rýmur av brúnni. Morgunbløðini skriva nú um saknaða og helst deyða løgreglumansins hetjufullu gerðir.
Eftir í Garrison, New Jersey, er Freddy Heflin sheriffur (Sylvester Stallone) og hansara nýggi varamaður, Cindy Betts (Janeane Garofalo) úti at fanga ferðbrótarar. Teir steðga einum bili, men tá Freddy sær, at tað er Ray, letur hann hann koyra - hann fær tó eitt glimt av tí horvna Babitch í bakrútinum?
Fjølmiðlarnir eru samstundis farnir at fáa áhuga fyri sakini, sum nú eisini verður kannað av Internal Affairs við dektivunum Moe Tilden (Robert De Niro) og Carson (Malik Yoba) á odda. Tilden er vísur í, at okkurt rotið gongur fyri seg, men tá hann er uttan fyri sítt økið, kann hann einki gera einsamallur...