Tey, sum verða send heim í sambandi við Corona sjúkuna, skulu ikki missa løn. Tað vísir løgmaður á, nú tiltøkini ímóti corona eru munandi herd.
– Arbeiðarafeløgini heita á landsstýrið um at tryggja, at øll í privatu vinnuni eisini fáa løn, um tey verða rakt av íkomnu støðunim siga fimm fakfeløg nú í eini yvirlýsing.
– Undirritaðu feløg vilja tískil kunna limirnar um, at landsstýrið hevur tryggjað, at tey, sum arbeiða hjá landi og kommunum, fáa løn, siga tey fimm fakfeløgini.
Hetta er galdandi fyri allar løntakarar og tískil fáa dagrøktarar, vaskifólk, húsavørðar og onnur arbeiðsfólk hjá landi og kommunum løn, hóast tey eru send heim.
Men nú heita tey á landsstýrið um at bera so í bandi, at aðrir løntakarar, sum ikki sleppa til arbeiðis í privatu vinnuni, eisini eru tryggjaðir vanligu lønina.
– Væntast kann, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, tí ansingarstovnar eru stongdir, arbeiðsplássið verður stongt, fólk eru í sóttarhaldi ella aðrar umstøður eru vegna íkomnu støðuna.
– Tað er týdningarmikið er, at landsstýrið tryggjar, at løntakarar í privatu vinnuni heldur ikki vera raktir fíggjarligaav hesum umstøðunum, ið tey sjálvi onga ávirkan hava á, men sum partvís er ein avleiðing av teimum tilmælum, sum landið hevur skipað fyri.
– Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast fyri at steðga smittuni, men vilja samstundis tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri, siga tey fimm fakfeløgini. Og yvirlýsingin er undirskrivað av: Georg F. Hansen, formanni í Føroya Arbeiðarafelag, Hans Joensen, formanni í Havnar Arbeiðarafelag, Vigdis Johannesen, forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinnu í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formanni í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag