Coronavirus avlýsir ferð hjá krúnprinsessuni til París

Krúnprinsessan skuldi vera á ráðstevnu í París hesa vikuna, men hevur meldað avboð vegna coronavirus.

Útbreiðslan av coronavirus ávirkar nú kalendaran hjá Mary, krúnprinssu í Danmark.

Hon er noydd at melda avboð til eina stóra ráðstevnu.

Hon skuldi luttaka á OECD 2020 Global Forum on Environment í París, men ferðin er nú avlýst.

Tað upplýsir kongshúsið í dag.

Orsøkin er, at fundurin verður hildin, men avmarkaður í tali av luttakarum av ótta fyri coronavirus.

– Millum eru tey høgu, sum skuldu vera í panelinum, tá stevnan opnar, har hennara kongaliga hátign skuldi vera við, er talið minkað vegna avboð.

– Tað er tí eftir tykki Uttanríkisráðsins ikki nátúrligt, at krúnprinsessan luttekur, skrivar kongshúsið.

Ráðstevnan verður í morgin og fríggjadagin.

OECD er ein altjóða felagsskapur, sum er stovnaður undir seinna heimsbardaga.

Felagsskapurin arbeiðir fyri at stimbra búskaparliga framgongd og marknaðarbúskap hjá limalondunum. 36 lond, teirra millum Danmark, eru limir í OECD.

Á ráðstevnuni hittast altjóða serfrøðingar fyri at geva av royndum sínum.

Her fara teir at leggja dent á umhvørvi og burðardygga menning. Endamálið er millum annað at økja uppmerksemið á umhvørvis- og verðurlagstrupulleikunum.

Harumframt skal fundurin birta samskifti av kunning millum londini í og uttan fyri OECD.

Í Føroyum fingu vit staðfest fyrsta smittaða persón við coronavirus. Ein maður er smittaður undir eini ráðstevnu í júst París, skrivar Ritzau tíðindastovan.