Dómur er nú fallin í málinum móti sjónvarpsstjørnuni Bill Cosby, har hann var skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á Andrea Constand fyri 14 árum síðani. Bill Cosby er dømdur sekur í øllum ákærum.
Hann er millum annað dømdur sekur fyri at hava doyvt og neytikið Andrea Constand. Hann gav henni bláar pillarar, ið skuldu hjálpa henni at slappa av. Hon sá knappliga dupult, og misti vitið. Tá hon kom til sín sjálvs fekk hon ikki gjørt mótstøðu, tá Cosby neyðtók hana.
Sjálvt um eini 60 kvinnur hava kært Cosby, so er hetta fyrsta sakin, ið hevur dóm við sær. Flestu av málunum eru fyrnað løgfrøðiliga. Dómur fellur um 60 til 90 dagar, og Cosby kann fáa upp til 30 ára fongsulsrevsing.