konsert
Leygarkvøldið 24. januar kl. 20 verður forvitnislig country- og gospelkonsert í ítróttahøllini á Hálsi í Havn.
Tað er hondbóltsfelagið, Kyndil, ið skipar fyri, og verða tað tey bæði, faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, sum saman við nøkrum av okkara bestu tónleikarum, fara at syngja og spæla.
Tónleikararnir verða : Ólavur Øster, Edvard Nyholm Debes, Magnus Johannesen, Rógvi á Rógvi, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Zachariassen og Marner Lisberg. Kórsangarar eru Barbara og Harriet.
Unga stjørnuskotið Kristel er einans 15 ára gomul, men hevur longu gjørt vart við seg í føroyska tónleikalívinum og hevur saman við pápa sínum áður havt 4 konsertir.
Jens Lisberg kenna vit m.a. frá kenda tvørábólkinum Sputnik, har ið hann spældi saman við m.ø. bróðirinum Marneri.
Atgongumerkini kunnu keypast á Shell støðum í Havn og í Vestmanna, á , sum kosta kr. 150,- er at fáa á Shell-støðunum í Havn og í Vestmanna, í Kunningarstovuni í Havn, í Jinx og í 3-aranum í SMS.