Meðan ein partur fer í Grundina at sveiggja til elektroniskar rytmur, so fara helst minst líka nógv at taka sær ein góðan gamaldags “sving om“ á Spæliplássinum.
Tað er leygarkvøldið á G!, tá klaksvíkingurin, ið byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í Danmark í 90’unum, og sum nú er heimskendur í Føroyum fyri egnar tulkingar av víðagitnum country-sangum, er settur at fáa gott lag á fólkið.
Og tað fer uttan iva at eydnast. Tí umframt at hava givið tvær fløgur út – “Pickin’ Time In Nashville” (2008) og “Smile” (2009) – er Hallur eisini virkin hvørt vikuskifti við framførslum av ymsum slag. Countrykonsertir, gospelkonsertir, stevnudansir og alt møguligt annað. Tað sigur nógv, at tá Hallur fyri stuttum síðani hevði ókeypis útikonsert á stilladsinum uttan fyri húsini hjá sær, í regni og vindi, væl at merkja, ja, tá troppaðu næstan túsund fólk upp. Til tess krevst fólkatekki. Og tað hevur Hallur í yvirmát.
Og tað er ikki bara í Føroyum at fjepparar fylkjast um Hall. Eisini hava útvarpsstøðir bæði í Japan og ymsastaðni í Evropa valt at seta løg og útsetingar hjá ráðandi føroyska countrykonginum í umfar.
G! áhoyrararnir kunnu gleða seg til ektaðan og hjartaligan country-sang, sum hevur bæði beinini plantað væl á jørðina, og sum samstundis svingar so tað ikki ber til at standa ella sita stillur.
Les meira um G! Festival á www.gfestival.fo