Seinasti dysturin í Premier League í dag var á King Power Stadium, har Leicester á heimavølli tók ímóti Liverpool.
Hóast Liverpool hevur fingið eina fína byrjan uppá Premier League kappingarárið, hava seinastu tvær vikurnar hilnast illa hjá reyða felagnum, har Liverpool í fýra teimum seinastu dystunum undan uppgerðini móti Leicester var farið av vøllinum, uttan ein sigur.
Men í dag bragdaði hjá Liverpool. Ferðmikla og málríka uppgerðin á King Power Stadium endaði við 3-2 sigri til Liverpool, sum eisini var í tráð við leikgongdina.
Tó var um reppið at Leicester fekk 3-3 javnleik, tí í seinna hálvleiki fingu teir gyltan møguleika, tá Simon Mignolet feldi Leicester áleyparan Jamie Vardy, soleiðis at Leicester fekk brotsspark. Men Simon Mignolet megnaði at gera skaðan góðan aftur, tá hann bjargaði brotssparkinum frá Jamie Vardy.
Fyri Liverpool skutu Mohamed Salah, Philippe Coutinho og Jordan Henderson í dag málini. Serliga Philippe Coutinho var eyðsýndur fyri Liverpool. Dysturin í dag var hansara fyrsti frá byrjan í Premier League hetta kappingarárið.
Leicester – Liverpool 2-3 (1-2)
0-1 Mohamed Salah, 15.
0-2 Philippe Coutinho, 23.
1-2 Shinji Okazaki, 45.
1-3 Jordan Henderson, 68.
2-3 Jamie Vardy, 69.