Crawling Blue á Jóansøku

Bluestónleikur við Una R. Debess og manning verður at hoyra á Jóansøkufestivalinum

Jóansøkufestivalurin avdúkar í dag á heimasíðun síni, at bluesorkestrið Crawling Blue við Una R. Debess á odda, kemur á Jóansøkufestivalin. Crawling Blue er ein væl samspældur bluesbólkur við royndum tónleikarum. Í vikuskiftinum (25-26 mai.) fara Crawling Blue til Hetlands, har teir skulu spæla á einum hetlendskum festivali.

Teir arbeiða eisini við fløguútgávu.

Sostatt er eitt navn komið afturat John Lawton og Teiti Lassen á Jóansøkufestivalskránna.