Cristiano Ronaldo hevur skotið 48 mál í hesum árinum

Cristiano Ronaldo hevur skotið fleiri mál í 2023 enn Erling Braut Haaland

Hóast hann gongur móti teimum 39 árunum heldur hann fram við at skjóta mál.

 

Cristiano Ronaldo sum spælir við saudiska liðnum, Al Nassr hevur í hesum kalendaraárinum skotið 48 mál. Harumframt hevur Ronaldo lagt upp til 13 mál.

 

Til samanberingar hevur Erling Braut Haaland skotið 46 mál í hesum árinum.

 

Hetta er 10. ferð, at Cristiano Ronaldo á síni fótbóltsyrkisleið fer at liggja um tey 60 málini í einum ári. Seinast hetta hendi var tó í 2018.

 

Fríggjakvøldið skoraði Ronaldo tvær ferðir, tá Al Nassr vann 3-0 á Al-Akhdoud í dysti í bestu saudisku deildini.