Tað er nú alment, sum altjóða miðlar hava skrivað og gitt seinastu tíðina, at Cristiano Ronaldo hevur skift til Al Nassr úr Saudiarabia. Mett verður, at portugisiska heimsstjørnan verður best lønti spælarin í heiminum nakrantíð.
Sambært kenda tíðindamanninum, Fabrizio Romano, so er talan um ein sáttmála, sum er galdandi fram til 2025. Hetta verður fyrstu ferð, at Cristiano Ronaldo ikki spælir í einum felagi í Evropa.
Tað ljóðaði undir HM-endaspælinum, at Cristiano Ronaldo fór at skifta til Al-Nassr í Saudiarabia. Hann avsannaði hetta seinni í eftirhondini kendu samrøðuni við Piers Morgan, men nú skriva altjóða miðlar sum Marca, at skifti væntast í næstum.
Talan er um eitt nýbrot í altjóða fótbólti, tí ongin spælari á hædd við Cristiano Ronaldo hevur skift til eitt felag í Saudiarabia. Kina og India hava sama við eitt nú Katar roynt hendan leistin í eina tíð, men nú meldar Saudiarabia seg eisini inn í dystin.
Marca skrivar somuleiðis, at Al-Nassr hevur sinni í at fáa fatur á bæði N’Golo Kanté og Sergio Ramos. Søgan sigur, at Cristiano Ronaldo væntandi kemur at tjena um 500 milliónir krónur um árið, um skiftið til Al-Nassr verður veruleiki.
37 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur verið uttan felag, eftir at hann í umstríddari samrøðu við umstrídda Piers Morgan legði eftir bæði venjara og eigarunum í Manchester United stutt undan HM-endaspælinum í vetur. Hann bleiv síðani fríttstillaður í felagnum.
Nú er greitt, at hann skal spæla við Al Nassr, sum longu sunnukvøldið skal í eldin. Tó er ivasamt, um hann verður við til tann dystin.