Cristiano Ronaldo væntast í Saudiarabia

Altjóða miðlar skriva, Cristiano Ronaldo í næstum skiftir til Al-Nassr í Saudiarabia

Tað ljóðaði undir HM-endaspælinum, at Cristiano Ronaldo fór at skifta til Al-Nassr í Saudiarabia. Hann avsannaði hetta seinni í eftirhondini kendu samrøðuni við Piers Morgan, men nú skriva altjóða miðlar sum Marca, at skifti væntast í næstum.

 

Talan er um eitt nýbrot í altjóða fótbólti, tí ongin spælari á hædd við Cristiano Ronaldo hevur skift til eitt felag í Saudiarabia. Kina og India hava sama við eitt nú Katar roynt hendan leistin í eina tíð, men nú meldar Saudiarabia seg eisini inn í dystin.

 

Marca skrivar somuleiðis, at Al-Nassr hevur sinni í at fáa fatur á bæði N’Golo Kanté og Sergio Ramos. Søgan sigur, at Cristiano Ronaldo væntandi kemur at tjena um 500 milliónir krónur um árið, um skiftið til Al-Nassr verður veruleiki.

 

37 ára gamli Cristiano Ronaldo er í løtuni uttan felag, eftir at hann í umstríddari samrøðu við umstrídda Piers Morgan legði eftir bæði venjara og eigarunum í Manchester United stutt undan HM-endaspælinum í vetur. Hann er síðani fríttstillaður í felagnum.