Hóast teir hava ligið í hørðum stríði meginpartin av farna ári, og hóast orðadrátturin teirra millum hevur verið nakað av tí ljótasta, ið amerikanskur politikkur hevur sæð, so hevur ein felags fíggindi megna at sameina fyrrverandi republikansku kappingarneytarnar Ted Cruz og Donald Trump.
Í gjárkvøldið kunngjørdi Ted Cruz nevniliga, ið var argasti kappingarneytin hjá Donald Trump til at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, at hóast hann ikki er størsti fjepparin hjá Donald Trump, so fær Donald Trump sína atkvøðu 8. november.
Orsøkin er einføld. Republikanski senatorurin úr Texas ásannar, at Donald Trump er einasta alternativið til at Hillary Clinton verður forseti.
- Okkara land er í einari kreppu. Tað er týðiligt, at Hillary Clinton ikki er egna at vera forseti, og hennara politikkur fer at skaða milliónir av amerikanarum. Donald Trump er tann einasti, ið kann steðga henni, skrivar Ted Cruz á Facebook.
Ted Cruz vakti annars ans, tá hann á frá røðarapallinum á republikansku landsstevnuni í juli, har Donald Trump varð alment útnevndir til forsetavalevni, sýtti fyri at stuðla Donald Trump, men bað heldur veljaran atkvøða sambært teirra egnu sannføring.
Men í gjár boðaði hann so frá, at hann hevði broytt støðu.
- Hetta valið er ikki sum nakað annað val í søguni hjá tjóðini. Sum nógvir aðrir veljarar, so havi eg stríðst við hvat rætta avgerðina er til valið. Aftaná fleiri mánaðir og gjølla umhugsan, við bøn og rannsakandi mína samvitsku, hava eg avgjørt, at á valdegnum velji eg republikanska valevnið, Donald Trump, skrivar Ted Cruz á sínum Facebook-vanga.