CTD-kanningar kunnu gerast í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur útgerð til atkanna fólk fyri CDT sjúkuna, men kanningarnar krevja fleiri starvsfólk

Sum er, er tað Ríkissjúkrahúsið, ið kannar blóðroyndirnar av fólkunum, sum kannað verða fyri sjúkuna CTD.

Í gjár undrasðist Hans Atli Dahl, mýl-lívfrøðingur seg yvir, at kanningarfyritøka hansara Amplexia Genetics ikki er eftirspurd, tí henda fyritøkan kann gera roynirnar nógv bíligari enn Ríkissjúkrahúsið.

Fyri at minka um útreiðslurnar avhesum kanningum, vera møguleikanir kannaðir fyri at fáa eina fyritøku í Týsklandi at taka sær av royndunum.

Men hví ikki gera kanningarnar í Føroyum?

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arbeiðir Debes Christiansen, sum er mýl-lívfrøðingur. Áðrenn hann eftir lokna útbúgving flutti til Føroya, arbeiddi hann á Ríkissjúkrahusinum á deildini, sum m.a. ger CTD-kanningar.


Hava førleikan

- Jú, vit kunnu gera slíkar kanningar her. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fakliga førleikan og útgerðina eisini, sigur Debes Christiansen.

Men beint nú hevur stovnurin ikki nóg nógv fólk til at fara undir slíkar kanningar, tí kanningarnar av H1N1 og av alifiski fara við nógvari orku.

Debes Christiansen sigur, at grundreglan er tann sama, tá ið ílegukanningar verða gjørdar av fólki og fiski.

Hann hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu kanningarnar kundu verið lagdar til rættis. Um byrjað verður við ommum og abbum hjá teimum, sum antin eru sjúk ella berar, ber til at útiloka heilt nógv fólk, tí tá høvdu kanningarnar víst beinanvegin, hvør var berari, og hvør ikki var tað.

Debes Christiansen metir, at við at gera kanningina í Føroyum, hevði hvør kanning kostað nakrar hundrað krónur, og tað hevði bara tikið nakrar tímar at fingið úrslitið.