Óli Jacobsen
----
Dánjal Jákup var úr Tranti í Havn. Hann var sonur Daniel Danielsen, timburmann í Havn. Ættin kemur annars úr Hovi. Mamma hansara var Lisa Margretha Reinert úr Kaldbak.
Dánjal Jákup var elstur av seks systkjunum. Næst var Sigga, mamma Daniel J. Danielsen, Dollan, nógv umrøddur í hesi røð. Hini systkini vóru Anna Cathrina Charlotta, Christina Carolina, Christian Cornelius og Hans Wilhelm.
Christian Cornelius gjørdist væl kendur bæði sum postmeistari og sparikassastjóri. Hann var virkin í Meinigheitshúsinum og var kendur fyri at vera nokk so víttgangandi á andaliga økinum.
Dánjal Jákup fekk í 1861 uttanfyri hjúnalag sonin Cristian, kallaður Ommu Kissa, fyrr umrøddur í Hendur ið Sleptu.
Systirin Sigrid giftist við Jacob Jacobsen Baja, sum hevði verið giftur við Johanne Frederikke Caspersdatter. Tey áttu tvær døtur. Onnur var Johanna Marie Christine, sum giftist við Ommu Kissa. Tískil gjørdist Sigrid “pappvermamma” til bróðursonin.
Dánjal Jákup giftist í 1877 í Nes kirkju við Onnu Malenu Weyhe (1857-1894) úr Søldarfirði.
Tey fingu hesi børnini, sum komu til:
Elsebeth Cathrina (1878-1968). Ógift.
Elisa (1881-1953), giftist við Garða Jákup, Søldarfirði
Petur Christian (1884-1962). Giftist við Onnu Theodoru Johonnu Weihe, Selatrað.
Elsa (1886-1945). Giftist við Jacob Vilhelm Weihe (1877-1955) á Selatrað.
Dánial (1888-1955). Ógiftur
Gunnar (1890-1969). Giftist við Ingu Jacobsen (1889-1979) í Søldarfirði. Var skipari, og tey fluttu til Vágs. Synirnir fingu sær navnið Gunnarsson.
Victor (1894-1961). Giftist við Henrikku Olsen (1896-1997) úr Søldarfirði. Búsettust í Fuglafirði.
Samkoma og børn
Tað er greitt, at Dánjal Jákup tíðliga í tíðini er komin í samband við javnaldurin William G. Sloan.
Sloan skrivar í síni dagbók 10. november 1882, at Dánjal Jákup hevði sent honum kr. 100,40, ein stór upphædd tá. Hetta tykist at hava verið olmussu, hann hevði lovað, um ein grind legði beinini í Gøtu.
Tað finst eitt bræv, sum Dánjal Jákup hevur skrivað 4. marts 1912 til Sloan. Brot verður her endurgivið úr hesum brævi, sum lýsir mannin sjálvan. Her greiðir hann eisini frá sínum børnum.
Kjære Broder Sloan.
Tak for deres venlige Breve af 9de og 20de Februar samt for de to Almanakker, som De sendte mig.
Jeg har det saa nogenlunde til Helbred, men mine Kræfter tage af. Jeg er nu en gammel Mand. De og jeg er omtrent lige gamle. Jeg blev 73 Aar den 14. September 1911, og De er nogle Dage [10] ældre. Jeg arbejder lidt ude i min Trø, naar Veiret er godt. Jeg forstaar ogsaa at spinde, lave Tøfler og andet Smaat, men kan kun arbejde kort Tid ad Gangen og maa ofte hvile mig. Mit Bryst har altid været svagt og Forkølelse og Hoste lider jeg ofte af. Jeg seer og hører godt, Gud være lovet er jeg endnu godt i stand til at gaa, naar jeg ikke gaar for langt.
Som De maaske ved er min yngste Søn Victor i Thorshavn. Han vil prøve paa at lære til Skolelærer, men det er dyrt at være i Thorshavn, og det er vanskeligt at skaffe Penge.
Else er gift paa Selletræ og har to børn og Lise er gift her i Bygden og har ogsaa to Børn. Gunnar og Daniel var her hos mig i Vinter, men nu er de begge to rejst paa Fiskeri, som de pleje. Betty er hos mig og Peter ligesaa, men Peter har nu bygget sig et smukt Hus. Som de maaske har hørt fik han Halvdelen af sin Bedstefaders Gaard. Han er forlovet med en af Lassen Weihes Døtre fra Selletræ og tænker nok, om Gud vil, at blive gift engang i Aar.
Peter har arbejde nok paa sin Gaard, Daniel og Gunnar er til Søs, og nu er ogsaa Victor borte, saa jeg nødes til at arbejde over Evne, hvis jeg vil have noget gjort.
Jeg er nu saa lidet i Stand til og længes efter at faa Fred, og den Tid er, som jeg haaber ikke langt borte, da jeg faar Fred og Hvile hos Jesus min Frelser.
Jeg ville ønske, at jeg med saa stor Fortrøstning som De kunde tilegne mig Herrens Forjættelser i Dan 12,13: Men gak Du dit endeligt i Møde og hvil og staa frem til din Lod ved Dagens Ende.
Vær hermed kjærligst hilset af Deres hengivne Broder i Herren
D.J. Danielsen.
Synir á sjónum
Tað er bara okkurt hissini, sum kann sigast um børnini hjá Dánjal Jákup í eini slíkari grein. Tveir synir gjørdust sjómenn.
Tá ið Gunnar var hildin uppat at ganga í skúla, fór hann í timburlæru hjá sváginum Jákup Hansen og var við til at smíða nøkur hús. Hann hevði ongan hug at fara til skips, men um várið 1907, tá ið lítið timburarbeiði var, kom Djurholm og bað hann til skips við ”Pilot”. Gunnari dámdi tað lítið, men helt tó, at tá ið hinir ungu so fúsir fóru avstað, so kundi hann royna ein túr, men hesin túrurin kom at vera byrjanin til 34 fylgjandi ár til skips. Hann var so við ”Pilot” við Djurholm í 1907-1909 og síðani við ”Traveller” í 1910-1912.
Hann tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1913 og búsettist í Vági.
Í 1913 var hann bestimaður við ”Ben Stark”. Bróðir hansara Dánjal var flaggskipari og Petur Christian Jacobsen fiskiskipari.
Árið eftir var Gunnar aftur við ”Ben Stark”, sum bróðir hansara, Dánjal, nú var einsamallur um at føra, men í mai mánað mynstraði Gunnar sum skipari á ”Lauru”.
Gunnar Danielsen fekk so ”Sunbeam” at føra í 1915. Hann hevði hana til 1923 og var í fleiri ár bestur á fjørðinum at fiska. Hann førdi ”City of Norwich” í 1923 til 1941 undantikið árið 1926, tá ið hann førdi skonnartina ”Gefion” hjá Garðamonnunum,
Gunnar Danielsen var staddur á Føroya Banka við ”Sunbeam” í mai mánaði 1917, tá ið tær føroysku sluppirnar vóru søktar. Teir vistu ikki av nøkrum, fyrrenn báturin við manningini á ”Margrethu” kom til teirra. ”Sunbeam” var beint tá komin á Bankan, og mjørki var, og hóast teir høvdu hoyrt skot, varnaðust teir einki ilt. Manningin á ”Margrethu” hevði verið allan dagin í bátinum, ið var so lítil, at teir fingu illa róð, og fleiri av monnunum vóru illa fyrikomnir. ”Sunbeam” setti manningina av á Sørvági.
Tað er ein kend søga, sum greitt er frá í FF-blaðnum og í bókini hjá Absalon Absalonsen “Jóan Petur hjá Mouritsi”, síða 87, tá ið Gunnar móti øllum ”logikki” fór at sigla út á bankan, og sigldi seg beint á bátin av Margrethu.
Gunnar Danielsen var ein av fremstu skiparum okkara, bæði sum veiðumaður og sum sjómaður. Hann var allar dagar ein lítillátaður maður og plagdi at taka til: ”Eg fór til skips og væntaði mær lítið, men fekk nógv, meðan mangur hevur væntað sær nógv, men fingið lítið.”
Tá ið Gunnar Danielsen legðist uppi, starvaðist hann sum skipasýnismaður frá oktober 1940 til hann fylti 70 ár í apríl 1960. Hann doyði í 1969.
Abbi mín, Óli Jákup Jacobsen úr Norðragøtu, sigldi nógv ár við Gunnari, og hann tók ofta til Gunnar at vera góður at vera saman við. Einaferð var langabbi mín saman við øllum sínum fimm synum við Gunnari.
Beiggin, Dánjal, førdi Lauru í 1917-1924. Hann tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1913.
Dánjal hjá sýslumanninum, sum hann var nevndur, fór til skips í 1905 við Pilot við Djurholm, men varð so í 7 ár við Silver Belle við Símun í Rituvík.
Í 1914-16 førdi hann Ben Stark.
Í 1925 keypti Dánjal Bjørn Ólafsson og førdi hana. Men tað gekk ikki so væl, og hann seldi hana seinni til H.P. Weihe í Søldarfirði. Aftaná tað var Dánjal í fleiri ár við bróðurinum Gunnari við City of Norwich, og eitt árið var hann flaggskipari við Esther hjá Edward Lamhauge.
Trúboðararnir Danielsen
Systkinabørnini Daniel Jacob, Dollin, og Victor Danielsen komu frá 1904-1961 at vera partur av ímyndini av Brøðrasamkomuni. Meðan gamli Sloan var tann meira spaki í sínum boðskapi, so vóru hesir báðir munandi meira “kontantir”, og hetta gav størri mótstøðu frá “kappingarneytum” á økinum.
Eitt áhugavert dømi um tað er grein í Færøsk Kirketidende nr. 20 1914, har presturin Moe, oddamaður í Indre Mission, ávarar móti blaðnum Naade og Sandhed, sum varð útgivið av Brend og Dollan:
Gendøberne paa Færøerne paatænker i en nær Fremtid at udgive et Blad, der skal redigeres af Missionærerne Danielsen og Brend og bære Navnet Naaden og Sandheden. De søger nu at samle Abonnenter rund paa Øerne.
Naar jeg meddeler dette er det for at fraraade Folk at bestille ovennevnte Blad. Og dersom nogen maaske vil sige: “Det kan ikke skade at læse hvad de skriver, det kunde ikke falde mig ind at blive Baptist”, so vil jeg dertil minde om, hvad en berømt tysk Lærd har sagt: “Mennesket er hvad det æder (læser)”. I nærværende Tilfælde betyder Ordet dette, at dersom et Menneske Gang paa Gang læser baptistiske Blade, saa bliver det Menneske lidt efter lidt paavirket i baptistisk Retning og ender efter al Sandsynlighed som Gendøber. Fra Gendøbernes Side er det derfor saare klogt af dem at begynde paa at udgive et Blad, men dersom du paa din Side vil være lige saa klog, saa tillad det ikke at slippe ind i dit hjem – trods Abonnenentsamleren fagre Ord.
So vandamikil var Dollin saman við Brend! Myndugleikarnir í Congo ræddust hann eisini so illa, at hann slapp ikki aftur til landið.
Victor man hava fingið íblástur frá systkinabarninum, tí longu í 1915, meðan hann enn var limur í kirkjuni skrivar hann fleiri greinir í Naade og Sandhed, bara 20-21 ára gamal. Nøkur ár seinni tekur hann við sum trúboðari, har Dollin slepti, tá ið hann doyði í 1916, sama ár sum Victor varð doyptur av honum.
Bræv til Kjølbro
Her skal einki endurtakast sum er skrivað um Victor. Men okkurt er, sum ikki er kent áður, og tað er brot úr brævi, hann skrivaði til Kjølbro 5. januar 1929:
Kæri bróður!
Eg eri vorðin kunnugur við, at eg havi gjørt kommunustýrinum í Klaksvík óskjal við at jarða barnið har norðuri uttan at biðja um loyvi til tað. Tað kann kanska ljóða ótrúligt, men tó er tað so, at eg eri so ókunnugur við alt, ið viðvíkir slíkum, at eg hugsaði bert, at kirkjugarðarnir runt um allar Føroyar vóru eins fyri øll. Eg havi aldri havt við nakað sovorðið at gera. Fyri Harrans navns skuld vildi eg ongum gingið ov nær og viðleggi tí eitt bræv til kommunustýrið um hetta.
Eg veit ikki hvør ið er formaður, men tygum eru jú ein? Ið hvussu er, vilja tygum gera mær tann beina at fáa brævið til formannin.
Tað hava verið søgur um stríð í samband við jarðarferðir, men hetta bendir á, at tað hevur ikki verið tilætlað.
Her er ógvuliga trist útvortis hugt. Meslingarnir mugu væntast at breiða seg um alt plássið, og tað vil taka nógvar vikur, áðrenn tað er yvirstaðið. Grundað uppá ússaligan livimáta í húsinum, síggi eg meg noyddan at skýggja sum longst og havi eg tí onga útsikt til at kunna halda nøkur møti aftur her í vetur. Harrans vilji ske! Fær hann reinsað okkum, sum bera boðskapin fram eftir sínum egna vilja, so vil hann eina ferð lata upp aftur, tað veit eg. Í míni egnu sál havi eg tað gott, og av tí friði, Harrin hevur givið mær í sálina henda vetur, dømi eg, at eg eri her eftir hansara vilja, og so koma eina ferð ráð aftaná óráð. Alt uttan fyri hann tømir okkum út, eina hann sjálvur kann fylla okkum við gleði og friði.
Victor hevði eisini áhuga fyri etiskum verðsligum spurningum, sum tað sæst í hesum brotinum:
Tað er ein sak, sum eg gjarna skuldi hoyrt tygara meining um, sjálvur eri eg so stuttskygdir í slíkum tingum. Hvat meina tygum hetta, sum nú verður gjørt so ofta, at ein kona keypir húsini, tá ið maðurin er insolventur, og tey upprætta ektapakt. Eg meini ikki um tygum síggja tað juridiskt rætt, men hvussu tygum betrakta tað moralskt, sæð og gjørt innan fyri meinigheitina. Hvat er tann egentliga grundin til, at hetta er komið í brúk? Hava tygum tíð, vilja tygum so ikki senda mær nøkur orð um hatta?
Tað sæst ikki hvat Kjølbro svaraði aftur, men tað er áhugavert at spurningurin varð reistur.
Ynskt verður ættina eina góða veitslu!
---
Komandi partur
Nakrar komandi Miðvikur verður ferðafrásøgn úr Skotlandi, har tað er ferðast í slóðum hjá føroyingum í Skotlandi og hjá skotum í Føroyum.