Flest øll tilkomin kenna Bastian politimeistara, Suffíu mostur, Kaspar, Jaspur og Jónatan og øll hini í Kardamummubýnum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina í 1980, 25 ár eftir, at upprunaútgávan kom út í Noregi. Seinni í 50 og 60 árunum vóru sangirnir úr bókini mangan at hoyra, bæði í norska útvarpinum og í Útvarpi Føroya, eftir at tað varð stovnað. Týðarin, Eyðun Johannesen, legði Fólk og dólgar í Kardamummubýnum til rættis sum útvarpsleik longu fyrst í seksti árunum, har flestu sangirnir eisini vórðu innspældir. H.C.W Tórgarð gav leikin við sangunum út á plátu og bandi, og hava sangirnir verið regluliga at hoyra í Útvarpi Føroya.
Bókin hevur verið útseld, men nú er hon so aftur at fáa í nýggjari, broyttari útgávu. Egnar skipaði sjálvur fyri hesi útgávuni í 1980 ? sama ár, sum okkara gamla útgáva kom. Nýggja útgávan er størri: 17 x 25, gamla var smøl 12 x 23 cm, og síðutalið er økt úr 105 cm upp í 140 við litmyndum á hvørjari opnu. Søgugongdin er eitt sindur broytt, og tríggjar nýggjar vísur eru komnar afturat. Tær hevur Pauli Hansen týtt.
Fólkini og dólgarnir í Kardamummubýnum fara óivað at hugtaka nýggjar lesarar eins nógv og tey hugtóku okkum, ið nú eru tilkomin. Eitt góðsligt og hugfarsligt lag ræður í bókini, tí hóast ránsmenn við leyvu reka um á nátt í Kardamummu, so eru teir í veruleikanum ikki so hættisligir kortini, og leyvuni dámar best at eta og sova. Allatíðina eru skemtiligir tilburðir, og tá ið avtornar, fara helst øll at fylgja lógini hjá Bastiani, politimeistara: "Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva sum tú vilt!".
Thorbjørn Egner var jú ikki bara høvundur, men avbera fjølbroyttur listamaður, sum eisini setti løg til vísurnar hjá sær, og hann myndprýddi bøkurnar sjálvur. Tey kendastu verkini, hann skrivaði, eru óigvað "Karius og Baktus", Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum" og so "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum". Øll eru tey gjørd til sjónleik og útvarpsleik. Eyðkent fyri tað, hann læt úr hondum, er gleði og tryggleiki og ein boðskapur um, hvussu umráðandi tað er at vera virkin í felagsskapinum og virða onnur.
Sjálvan útgávudagin, leygardagin 27 juli, skipar Bókasølan í SMS fyri stórum tiltaki á torginum. Tá fara Eyðun Johannesen, Suffía mostur og Kamomilla at framføra brot og sangir úr Fólk og dólgum.
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum er 140 síður í litum, innbundin og kostar 99 krónur. Bókin er sett og umbrotin á Hestprent og prentað í Noregi.