Erling er fyrstur, síðani dettur Hans Jacob inn, og seinastur er Egi.
Tað kennist søguligt at savna hesar tríggjar menn saman, sum merktu so nógv fyri okkum, sum vuksu upp í 1980-unum. Teir líkjast sær sjálvum, hárið er eitt sindur gránað, og rukkurnar nakrar fleiri. Men skálkabrosið er tað sama, og tað tekur ikki langa løtu frá tí, teir tríggir eru í sama rúmi, til vit øll hava láturkrampa.
Dólgarnir hava ikki samstarvað, síðani Dólgarnir vóru niðurlagdir 1988, men teir kennast væl. Bæði sum vinmenn - Egi og Erling, svágrar - Egi og Hans Jacob, og so hevur Erling faktiskt veri næmingur hjá Hans Jacob eina ferð í tíðini.
Maðurin handan Dólgarnar Zacharias Hammer er ikki við. Hann var tann, ið savnaði teir tríggjar og koyrdi bilin til Leynar á fyrstani tíðí 1985, tá fyrstu upptøkurnar vóru gjørdar.
Egi: Eg minnist, at eg spurdi Zacharias, hvat tað var, vit skuldu gera. Hann svaraði, at tað skuldi handla um nakrar dólgar, sum búðu í fjøllunum. Og so helt hann, at teir skuldu koma oman úr fjøllunum. Men nógv meir visti hann ikki. At vit skuldu eita B-B-B - Bjørn, Berint og Bjarti - avgjørdu vit eisini á vegnum til Leynar hendan dagin.
Hans Jacob: Einki var ógjørligt hjá Zacharias. Skuldi tað vera ein slupp, so skaffaði hann okkum eina slupp, skuldu vit koyra buss, so steðgaði hann einum bussi. "So gera vit bara tað" var hansara slagorð.
Tann bangni
Dólgarnir fingu saman við nøvnunum eisini ymisk eyðkenni. Bjørn var tann klóki, Berint tann bangni, og Bjarti tann djarvi.
Egi: Eg sá fyri mær, at Zacharias fór at finna upp á ymiskt, sum eg ikki hevði so góðan hug til, so eg avgjørdi beinavegin, at eg skuldi verða tann bangni Berint. So kundi eg sleppa frá at spæla "stuntmaður".
Erling: Eg var rættuliga villur hasa tíðina, so hjá mær passaði tað væl at vera djarvur.
Hans Jacob: Eg skuldi so eitast at vera tann klóki, men eg fekk ikki sagt tað stóra, eftirsum Egi og Erling avbrutu meg alla tíðina.
Tá spælt var inn, var lítið avgjørt áðrenn, hvat skuldi gerast. Rammurnar - hvar teir skuldu vera - vóru fastar, men dialogurin var fyri tað mest improviseraður.
Summar dagar var spælt inn sama dag, ið sendingin skuldi í sjónvarpið.
Egi: Eg minnist, hvussu eg og myndamaðurin Per Zakariassen koyrdu við fullari ferð úr Leynum til Havnar at klippa sendingina saman. Eina ferð kliptu vit, meðan sendingin koyrdi í sjónvarpinum.
Hans Jacob: Hetta var fyrstu tíðina við føroyskum sjónvarpi, og tá var alt stuttligt. Ongin hugsaði um tímaløn og yvirtíð, vit spældu og hugnaðu okkum.
Facebook-bólkur
Allir tríggir eru á einum máli um, at tað er yvirraskandi, at Dólgarnir gjørdust so vælumtóktir. Á sosiala netverkinum Facebook er ein bólkur stovnaður, ið eitur "Dólgarnir aftur í SVF" og hevur í løtuni 3.158 limir.
Hans Jacob: Vit høvdu ikki ein tanka um, at tað skuldi verða annað enn ein jólasending. Men uppá onkran máta mugu vit hava rakt plett.
Egi: Eg haldi at orsøkin til, at tað gjørdist so vælumtókt er, at tað gongur so seint fyri seg. Børn fáa tíð at fantasera, tá tað ikki hendur so skjótt. Tey kunnu skapa sær sínar egnu myndir.
Erling: Vit vóru eisini í einum vælkendum umhvørvi, vanligum klæðum og gjørdu ting, ið børn kanska kenna seg aftur í.
Egi: Einaferð eg kom framvið FK í býnum í Havn, komu tveir smádreingir rennandi út. Teir steðgaðu frammanfyri mær og prátaðu um Dólgarnar. Ein av teimum kundi ikki rættuliga standa stillur og leyp avstað, meðan vit tosaðu. Tá rópti hin eftir honum "Ver ikki bangin - hesin dólgurin stjelur eisini". Tá vísti tað seg, at teir høvdu stolið ein pakka av ballónum inni í FK.
Erling: Nei, vit vóru kanska ikki so pedagogiskir altíð.
Noyddur at sløkkja
At Dólgarnir skuldu endursendast 21 ár aftaná, at seinasta inspælingin varð gjørd, var ikki nakað, ið teir tríggir væntaðu sær.
Egi: Eg hugdi eftir fyrsta partinum, men eg var noyddur at sløkkja. Tað er bara so píniligt, at tað gongur so seint fyri seg. Filmiskt er tað gysiligt.
Hans Jacob: Ja, eg hevði nokk gjørt tað betri, um eg hevði spælt tað inn nú.
Erling: Eg krimpaði tærnar, tá eg sá meg sjálvan í hasum leiklutinum. "Var eg so løgin?"
Erling, sum eisini er kendur frá filmunum um Trøllaommuna, sigur, at nú koma børn fram til hansara og siga "tað ber ikki til bæði at verða ein dólgur og Erling politistur".
Egi: Tað hevur undrað meg, hvussu nógv fólk, sum gjøgnum øll hesi ár hava kent meg aftur sum dólgur.
Hans Jacob: Eg var uppi í Rit&Rák, áðrenn eg kom oman her, og har var ein heilur skúlaflokkur, sum steðgaði upp, tí tey kendu meg aftur.
Erling: Ja, strævið nú fara øll at kenna meg aftur ... nei, tvætl fyri tað mesta er tað stuttligt, tá børn koma og heilsa uppá.
Ætla tit at gera nakað meir við Dólgarnar?
Erling: Nei, eg og Egi hava onkuntíð tosað um tað, men tað er ongantíð blivið til nakað og blívur tað neyvan.
Egi: Tað er eitt fínt fornemmilsi at fólk enn hava gleði av okkara gomlu Dólgum.
Hátíðarløtan er komin at enda. Teir tríggir siga farvæl og fara hvør sín veg. Eg siti eftir við kensluni at hava møtt mínum idolum og hevði allarhelst vilja koyrt teir til Leynar saman við Zacharias Hammer og noytt teir at spælt okkum nakrar partar afturat.
Heimkomin sita børnini frammanfyri skíggjanum og hyggja eftir Dólgunum. Eg gleðist yvir, at teir sleppa at læra hesar tríggjar menn at kenna og veit, at nógv túsund við mær kenna tað á sama hátt.
Fakta
Navn: Egi Dam
Aldur: 59 ár
Starv: Sjónleikari
Bústaður: Havn
Dólganavn: Berint
Besta dólgaminni: Tá vit fingu speril frá Gudrun við Gjønna. Tað var ofta góður matur, tá vit ótu.
Navn: Hans Jacob Hermansen
Aldur: 62
Starv: Lærari
Bústaður: Havn
Dólganavn: Bjørn
Besta dólgaminni: Tá vit vóru við tyrluni, og tá vit koyrdu motorsúkklu.
Navn: Erling Eysturoy
Aldur: 47
Starv: Sjálvstøðugur vinnurekandi
Bústaður: Havn
Dólganavn: Bjarti
Besta dólgaminni: Tá vit fóru til Vestmanna á løbihjóli.