»Det er en rigtig rockstjerne modtagelse vi får her, hva’?« Soleiðis segði tann ein maðurin frá PET við hin, tá hann saman við Lars Løkke Rasmussen trein inn í auluna í Stundentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali í gjár.
Lógvabrestirnir rungaðu og næmingarnir ýldu sum úlvar, tá fína fylgi úr Danmark, stuðla av løgmanni Kaj Leo Johannesen og konu hansara Jórun Johannsen, umframt onkrum føroyskum embætisfólki, trein inn um gáttina í stóra høli, har næmingarnir vanliga eta matpakka sín og sutla sodavatn.
Høllin var á tremur. Ja, so fín var vitjanin, at á teimum fremstu stólunum lá ein hándskrivaður lepi við áskriftini “Reserverað”.
Vit brúka føroyska tíð
Lars Løkke Rasmussen takkaði sum tað fyrsta fyri frálíka sangin, nakrir næmingar spældu fyri honum. Síðani bað hann orsaka fyri, at tey vóru so mikið seinkað. Lars Løkke Rasmussen og fylgi hansara komu næstan ein tíma ov seint til Kambsdal.
»Vi kører efter færøsk tid«, umskyldaði hann seg við og tað fall í ógvuliga góða jørð millum næmingarnar.
Eftir hetta segði Lars Løkke Rasmussen nøkur orð um týdningin av at stremba eftir sínum málum.
- Øll hava okkurt slag av talenti, tað eri eg sannførdur um. Onkur, sum til dømis Pál Joensen, hava eitt rættiliga sermerkt og sjónligt talent, men felags er hjá okkum øllum, at vit mugu fáa tað besta burtur úr tí, var nakað av tí, Lars Løkke Rasmussen fýrdi av, áðrenn hann kom til tað, næmingarnir gleddu seg til, nevniliga at hann fór at svara spurningum frá teimum.
Ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan
- Ja, tað meini eg avgjørt, at ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan fyri bæði Føroyar og Danmark. Tann felagsskapurin, vit hava, Danmark, Føroyar og Grønland, røkkur mong, mong ár aftur í tíðina, og tað knýtir okkum saman mentanarliga, og sum ger, at vit í ávísum førum kunnu tosa við eini kraftmiklari rødd, enn vit annars høvdu gjørt. So eri heitur fortalari fyri ríkisfelagsskapinum.
- Men eg havi eisini tað grundsjónarmið, at ríkisfelagsskapurin hvílur á viljanum hjá føroyska fólkinum, um hvønn veg ríkisfelagsskapurin skal bera. Fyri meg at síggja er ríkisfelagsskapurin sum eitt hjúnarlag. Tað skulu tvey fólk vilja tað, um hjúnarlagið skal vera gott. Men um ein av pørtunum ynskir at sleppa sær úr hjúnarbandinum, so skal hin ikki halda honum aftur. So mugu vit finna eitt slag av friðarligum hjúnarskilnaði, men tað er altso ikki mín endamál, at lata okkum skilja, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað, tá hann var spurdur, um hann metti ríkisfelagsskapin vera eina góða skipan.
- Og eg haldi, at bæði Føroyar og Danmark høvdu verið fátækari uttan hvørt annað, legði hann aftrat.
Tað sum vit hava sagt, og okkara løgfrøðingar hava sagt, er, at har eru nøkur punkt, sum eru ógvuliga ivasom í stjórnarskipanarlógini, soleiðis sum hon sær út í løtuni. Men sum eg havi sagt áður, so havi eg fulla virðing fyri, um føroyingar ynskja eitt annað forhold til Danmark. Somuleiðis virði eg tað sjónarmiðið, um føroyingar als ikki vilja hava nakað forhold til Danmark. Men tað broytir kortini ikki upp á tað, at vit eru beint nú partur av einum ríkisfelagsskapi og har eru nakrar spælireglur galdandi, sum mugu virðast.
- So fyri at siga tað eitt sindur øðrvísi, so blandi eg meg ikki í, hvørt mál á vøllinum, føroyingar ynskja at koyra bóltin í. Eg krevji bara, at vit spæla eftir reglunum. Soleiðis ljóðaði svarið frá Lars Løkke Rasmussen, tá hann skuldi greiða frá sínum sjónarmiðjum viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum og nýggju stjórnarskipanarlógini.
Næsti spurningurin var, um hann helt, at føroyingar skuldu gevast við at drepa grind, tí Sea Shepherd krevur tað.
Hvussu skal eg svara hasum spurninginum?
- Eg fái nakrar góðar spurningar her, segði Lars Løkke Rasmussen spakuliga niður til sítt fylgi,tá ein næmingur spurdi um grindadráp. Síðani hugdi hann upp og spurdi næmingarnar:
- Hvussu er tað nú, at eg skal svara hasum spurninginum? Eg skal í øllum førum ansa eftir, segði hann spakuliga. Svarið kom tó stutt eftir.
- Eg síggi dagliga, at eg fái nógvar altjóða fyrispurningar og áheitanir í samband við grindadráp. persónliga havi eg eitt ógvuliga avslappað forhold til grindadráp, tí eg veit, at grindadráp hevur sterk søgulig bond og eg veit, at tað drápið undir øllum vanligum umstøðum verður skipað soleiðis, at tað verður tikið hædd fyri djórunum, sum verða dripin. So persónliga havi eg ongar trupulleikar av tí, og eg vil undir øllum umstøðum virka fyri, at tað eru føroyingar og føroyskir politikkarar, sum skulu hava ábyrgdina av grindadrápinum.
- Men vit mugu eisini rokna við, at ríkisfelagsskapurin stuðlar Føroyum í hesum málinum. Tí tað hevði verið lætt hjá Danmark at fara í stríð við grindadráp, tí vit fáa jú ikki so nógva grind í Danmark. Men tað hevði verið ov lætt. Hetta er ein trupulleiki í Føroyum, tað er ein reellur trupulleiki og eg virði føroysku sjónarmiðini í tí sambandinum, gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt.
- Og ja, eg eti grind og enn tá innan fyri markið, sum heilsumyndugleikarnir hava ásett sum ráðiligt. Eg verið neyvan við barn í øllum førum, legði Lars Løkke Rasmussen skemtandi aftrat.
Vita ikki nóg mikið
Síðani varð forsætisráðharrin spurdur, um hann helt, at danskir politikkarar vita nóg mikið um føroysk viðurskifti.
Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi tað er ógvuliga ymiskt frá einum flokki til annan. Eitt nú hava vit gleðina av, at Edmund Joensen situr í okkara fólkatingsbólki og tað tænir okkum nógv. Tí tá tað eru mál, har tað skulu takast serlig føroysk atlit, so er hann ein fongur. Men tað er als ikki soleiðis í øllum flokkunum, tíverri, tí tað skapar eitt gott samband og gevur gott innlit. Ikki tí, sjálvandi kann eg peika á fleiri politikkarar, sum áttu at vita meira, ikki bara um Føroyar, men um so mong onnur viðurskifti eisini, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á fundinum við næmingarnar á Kambsdali í gjár.
Lars Løkke Rasmussen vitjaði eisini á Bakkafrost á Glyrum í gjár, át døgurða á Muntra í Fuglafirði, vitjaði Havsbrún í somu bygd og endaði rundferð sína á Jarðfeingi í Havn.