Dómararnir komu ikki til Vágs

VB-VÍF 28-16 (15-10)

VÍF var komið til Vágs í gjár, og tí vildu tær treyðugt fara norður um Suðuroyarfjørð uttan at spæla.

Tí spældu tær eisini dystin móti VB, men viðmerkt á dómaraseðilin er, at hetta varð gjørt undir protest.

Rúni Mohr og Ragnar Simonsen, sum skuldu døma dystin, vóru nevnliga ikki við Smyrli.

- Eg veit væl, at tað ikki er nøkur umbering. Men vegna hálku tók tað ov langa tíð at koyra til Havnar, og so hevði Smyril loyst, tá vit komu á kaiina, sigur ein sera harmur Rúni Mohr.

- Eg fái ikki sagt annað enn orsaka. Og hóast alt eri eg fegin um, at bæði liðini tóku hetta somikið væl, og at dysturin hóast alt varð spældur, sigur Rúni.

VB vann annars ein tryggan sigur, sum ongan tíð var í vanda. Besti málskjútti hjá heimaliðnum var Daiva Toumaite, sum skoraði 14 ferðir. Fríða Marjunardóttir og Ioana Rapa skutu 4 mál hvør fyri VÍF.