Dómari krevur fimm fangar út úr Guantanamo

Fyri fyrstu ferð hevur ein sivilur dómstólur í USA kravt, at fangar í Guantanamo-leghuni skulu latast leysir

Richard Leon, dómari, sigur í sínum úrskurði, at fimm menn úr Algeria, sum hava verið fangar í Guantanamo-leguni í sjey ár, skulu latast leysir. Hetta er tann fyrsti úrskurðurin av hesum slagnum, síðani amerikanski hægstirættur fyrr í ár staðfesti, at fangarnir í Guantanamo hava rætt til at leggja síni mál fyri sivilar dómstólar í USA til støðutakan.

Politiskir eygleiðarar í USA siga sambært AP, at úrskurðurin hjá Richard Leon, dómara er eitt bakkast fyri stjórnina hjá George W. Bush, forseta, sum skipaði fangaleguna í Guantanamo aftan á yvirgangsatsóknina 11. september í 2001 og innrásina í Afghanistan.

Í úrskurðinum skrivar Richard Leon, at myndugleikarnir hava ikki lagt fram haldgóð prógv fyri, at teir fimm menninir hava tilknýti til al-Qaeda, ella at teir ætlaðu sær til Afghanistan at berjast ímóti teimum amerikonsku hermonnunum har. Dómarin vísir eisini á, at upplýsingarnar, sum myndugleikarnir hava ímóti teimum fimm monnunum, eru frá einari einstakari keldu, sum harafturat er ónevnd.

Málið, sum varð lagt fyri Richard Leon, snýr seg um seks menn, men um tann sætta sigur dómarin, at tað er rætt at hava hann í varðhaldi, tí prógvini ímóti honum eru nóg góð.

Amerikansdka stjórnin hevur møguleika at kæra avgerðina hjá Richard Leon, dómara. Sjálvur hevur dómarin mælt myndugleikunum frá at royna málið aðrastaðni. Eftir hansara tykki hava teir fimm menninir verið í varðhaldi uttan fellandi prógv í sjey ár, og at teir hava rætt til at sleppa heim aftur nú.