Dømdur – men seinni fríkendur

“Er homoseksualitetur ein viðfødd girnd, ella er tað spælið hjá óndum maktum um menniskjuni?”

Soleiðis byrjaði svenski presturin, Åke Green prædikuna í hvítusunnusamkomu sínari í svenska býnum Borgholm á Ølandi ein summardag fyri trimum árum síðani.

<font face="&quot;Book">Dagurin var ein vanligur sunnudagur í juli mánaði 2003 – rættari sagt: 20. juli hetta árið.&lt;?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /&gt;&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Evnið í prædikuni var “Maður og kvinna – Guds skapanarverk”. Prædikan henda sunnudagin snúði seg í stóran mun um tey homoseksuellu. Hann vísti m.a. á, at homoseksuell útinnan er í stríði við Bíbliunnar læru.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Seinni skuldi tað vísa seg, at henda prædikan fekk sinnini í kók, bæði í Svøríki men eisini uttanlands.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Undir fyrireikingum sínum til hesa prædikuna ynskti presturin, at fleiri enn bert limirnir í samkomuni skuldu hoyra boðskap hansara.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Til staðar við hesa gudstænastuna vóru tí sjálvandi limirnir í samkomuni, men eisini mong onnur: Åke hevði nevniliga boðið bæði lokalu tíðindatænastuni og loftbornu miðlunum við til gudstænastuna. Endamálið við hesum stigi var at skapa áhuga fyri evninum.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Í eini roynd at fáa enn størri ans fyri málinum sendi hann haraftrat ein samandrátt til tað lokala Ølandsbladet. </font><font face="&quot;Book">Tað sum síðani hendi var at felagsskapurin fyri kynsliga javnstøðu í Svøríki meldaði prestin til løgregluna.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Grundgeving teirra var, at presturin við prædiku síni hevði drivið hetz móti einum ávísum bólki av fólki.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Í prædikuni, sum seinni varð prentað í fullum líki í Dagens Nyheter, segði tann tá 62 ára gamli Åke Green m.a. hetta: &lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">“Sexuella abnormiteter är en djup cancersvulst på hela samhällskroppen. Herren vet att sexuellt förvridna människor kommer att våldta djuren. Inte heller djuren går fria från människans sexuella behov och branden som är tänd i en människa. Utan till och med detta kan man ägna sig åt.”&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">&nbsp;&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book" size="3">Hetz</font>


<font face="&quot;Book">Málið kom fyri í tingrættinum og nærum eitt ár seinni fall dómur í málinum.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Hin 29. juni í 2004 dømdi nevniliga rætturin í svenska býnum, Kalmar Åke Green inn at sita í fongsul í ein mánað fyri hetz móti einum bólki av fólki. Seinni varð málið skotið inn fyri hægri rætt.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">11. februar í fjør varð hann kortini fríkendur í Jönköpings Hovrätt og 29. november varð hann so fullkomuliga fríkendur í Hægsta Rætti.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Í úrskurðinum verður víst til aðrar dómar í Europadómstólinum, og ein metti, at tað var "sannolikt att Europadomstolen vid en prövning skulle finna att det skulle utgöra en kränkning av Europakonventionen. </font><font face="&quot;Book">att döma Åke Green för uttalandena i hans predikan”.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Dentur varð lagdur á, at presturin kundi verðið dømdur eftir svenskari antihetz-lóg, men at hann hinvegin hevði fingið viðhald við Mannarættindardómstólin í Strasbourg.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">&nbsp;&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book"><strong>Ymisk hugsan&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</strong></font>


<font face="&quot;Book">Í svenskum fjølmiðlum var – sum vera man – drúgt orðaskifti í samband við øll rættarmálini.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Her vórðu samanberingar gjørdar millum hetta málið og hetzina móti bólkum av fólkum við ávísum húðaliti og uppruna.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Tað vóru ikki óvæntað teir kristnu og teir liberalu bólkarnir sum stóðu ovarlaga í hesum orðaskifti, har báðir partar vístu til trúarfrælsið og skrivifrælsið. Onkur nevndi enntá møguleikan fyri at Åke kundi gerast pínslarváttur.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Aðrastaðni varð víst á, at sjálvt innan hvítusunnurørsluna, har Åke jú er prestur, vóru rættiliga ymiskar hugsanir um, hvussu ein skal tulka orðini í Bíbliuni í hesum málinum.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Almenna útsøgnin hagani er tó hon, at Bíblian vendir sær ímóti at útinna sín homoseksualitet. Einki varð sagt um at hetta var ein viðføddur ella fingin eginleiki. Dentur varð eisini lagdur á eina sannføring um, at tað er gjørligt at verða loystur frá sínum homoseksuella hugi.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Sakarmálið móti Åke Green vakti altjóða áhuga, m.a. í USA har ávísir kristnir bólkar vístu sín fulla stuðul til Åke. Ein teirra var baptistapresturin Fred Phelps.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">&nbsp;&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book"><strong>Út um mark&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</strong></font>


<font face="&quot;Book">Eftir fríkenningina fyri sløkum ári síðani vóru fólk í fleiri rørslum, sum arbeiða við mannarættindum í Svøríki sera óð um dómin.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Politikarar og blaðstjórar vóru samdir um, at tað eigur at vera mark fyri, hvussu vítt talufrælsið eigur at vera, hóast fleiri mettu Åke Green sum liggjandi á markinum.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Sakførarin, Sven-Erik Alheim hevur eftirlit við málum innan svenska antihetz-lóggávuna, og sum Åke Green eisini varð ákærdur eftir. Hann heldur ikki, at tað nú er frítt at fara hjá teimum sum dríva hetz móti teimum homoseksuellu.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Svenski hægstirættur vísti nevniliga á, at Åke var farin langt í útsøgnum sínum, og at hann hevði háðað hesi. Hetta var kortini ikki so grovt, at hann kundi verðið dømdur fyri hesa serstøku “hate speech” <em>(hatursfull tala)</em> við Europeiska Mannarættindardómstólin.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">- Tað er tí greitt, at útsagnirnar fara út um markið fyri einum sakligum kjaki um bólkin av homoseksuellum, sigur hægstirættur.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>


<font face="&quot;Book">Víst verður síðani til antihetz-lógina, sum altso vigar minni enn Europeiska Mannarættindarkonvensjónin.&lt;o:p&gt;&lt;/o:p&gt;</font>