Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, forkvinna í teknisku nevnd
-------------
Lýsingarátakið fyri Bussleiðina
Eg ætlaði mær ikki aftur í blekkhúsið hvat viðvíkur hesum máli, men tá ið Annfinn Brekkstein reingir veruleikan fyri borgarunum, verði eg noydd at koma við eini viðmerking.
Málið um lýsingarátakið fyri Bussleiðini hevur verið fyri í teknisku nevnd heilar tríggjar ferðir í ár, 15. mars, 26. mars og aftur 19. apríl, og í gerðabókini er ikki ein einasta viðmerking frá sambandsmanninum, sum annars hevur verið fastur limur í teknisku nevnd hetta síðsta hálva árið; ja hann hevur enntá eisini tikið undir við, at kommunan fer undir samráðingar við lýsingarfyritøkuna um hetta átakið.
Ein nógv betri Bussleið
Eisini er tað bæði skeivt og villleiðandi at siga, at Bussleiðin kostaði 8 mió. kr. áðrenn ókeypis skipanin var sett í gildi, fyri síðani at kosta 22 mió. kr. í dag. Fortreytin fyri at gera samanberingar er at talan eisini er um sambæriligheit. Eitt er at kommunan nú er nógv størri í vavi, enn hon var áður. Nýggjar bygdir og býlingar eru lagst afturat, og tí eru bæði fleiri og longri teinar at koyra. Annað er, at oljuprísirnir eru ferfaldaðir, eins og allir aðrir takstir, ið knýttir eru at sáttmálanum um Bussleiðina eru farnir upp. Fyrr vóru tvey rakstrarstøð, ein fyri Bussleiðina og ein fyri skúlabarnakoyringina. Hetta er nú lagt saman í eitt rasktrarstað, sum er Bussleiðin. Í verandi upphædd á fíggjarlógini eru eisini eingangs útreiðslur til ymiska tøkni í bussunum, útbúnaður á endastøðum og steðgiplássum, lýsingar v.m. Og síðani og ikki minst, so er Bussleiðin vorðin nógv ment, bæði hvat viðvíkur títtleika og tænastu, og hetta kostar sjálvsagt. Síðani vil eg leggja afturat, at tað, sum kom inn við ferðaseðlum, áðrenn ókeypis busskoyring varð sett í gildi, vóru uml. 3½ mió. kr. árliga. Umsitingarútreiðslan av hesari bilettinntøku var somikið stór, at nettoinntøkan tódnaði munandi.
Hetta verða míni síðstu orð til Annfinn um hetta málið. Men góði Annfinn, sjálvt um vit eru politiskt ósamd, fari eg at heita á teg til eina aðru ferð at halda teg til fakta í málinum, bæði hvat viðvíkur politiskum niðurstøðum, ið feldar eru í gerðabók, og at tølini, tú borðreiðir við, eru tey røttu. Alt annað er at reingja veruleikan fyri borgarunum, og tað hevur borgarin ikki uppiborið.
Tá ið sjálvirkandi fólkateljiskipanin hevur virkað í eina tíð, soleiðis at álítandi hagtøl um Bussleiðina fyriliggja, verður farið undir at eftirmeta og bøta um Bussleiðina, soleiðis at hon kann tæna borgarunum enn betri.