Dómsnevndin tekur støðu til niðurflytingina

Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum fór týskvøldið undir viðgerðina av málinum um niðurflyting úr bestu kvinnudeildini

 

Hondbóltur


Sum kunnugt tók trætumál seg upp, tá seinasta leikumfar í hondbóltskappingini hjá bestu kvinnudeildini hevði verið. Stóri spurningurin tóktist vera, hvørt tað skuldi verða Tjaldur ella Sóljan, sum komandi kappingarárið skal spæla hondbólt í aðru deild.

Á stigatalvuni høvdu bæði liðini sama stigatal, meðan málmunurin hjá Tjaldri var munandi betri enn tann hjá Sóljuni, og tí hildu tær á Skálafjørðinum seg hava vunnið rættin til enn eitt leikár í bestu deildini.


Møttu ikki

Kjarnan í málinum er dysturin, sum Tjaldur skuldi spæla móti VB í grundspælinum. Sama morgun, sum dysturin skuldi spælast, gav Tjaldur avboð til dystin, tí tær hildu veðrið vera somikið vánaligt, at tað ikki var ráðiligt at fara suður.

Fyri fyrst varð dysturin útsettur, men tá nýggjur dystur ongan tíð kom á skránna, tók kappingarnevndin avgerð um, at VB skuldi vinna uttan dyst.

Síðani hoyrdist millum lítið og einki til hetta mál. Ikki fyrr enn á seinast leikumfari kom aftur rok í, eftir at Sóljan og Tjaldur høvdu leikt seinasta dystin sínámillum. Sigurin hjá Sóljuni í hesum dysti viðførdi, at tær komu ájavnt Tjaldrinum í stigum, og fagnaðurin var stórur í Vágunum. Tey hildu seg til grein 7.7 í kappingarreglunum, har ásett er, at um lið ikki er møtt til dyst í kappingarárinum, verður hetta galdandi fram um málmunin.


Góðtóku ikki avgerðina

Ein skuldi so hildið, at støðan í málinum var púra greið, men Tjaldur vildi als ikki góðtaka hesa tulkingina. Tey siga seg ongan tíð hava fingið boð frá HSF um, at liðið noyddist úr deildini, um talan var um javnstøðu í stigum. Eisini varð ført fram, at tað ikki var fyrr enn tey lósu tað í fjølmiðlunum, at tey vistu av, at tey vóru dømd at tapa dystin.

At Tjaldur so eisini hevur gjørt sáttmála við fleiri leikarar, umframt venjaran, til komandi kappingarár, ger sjálvsagt ikki støðu teirra betri. Snøgt sagt er talan um eina katastrofu fyri felagið, um niðurflytingin til aðru deild verður veruleiki, og tí gjørdu tey alt fyri eitt av at kæra málið um niðurflyting til kappingarnevninda.


Dómsnevndin tekur avgerðina

Kappingarnevndin vísti tá málið frá sær, vísandi til grein 7.7, og Tjaldur gjørdi tá alt fyri eitt av at kæra málið til dómsnevndina.

Dómsnevndin hevði týskvøldið fund um málið, men Niels Nattestad, formaður, sigur við Sosialin, at enn er eingin avgerð tikin í málinum.

- Út frá teimum upplýsingum, sum vit í løtuni hava um málið, kunnu vit ikki taka nakra avgerð. Vit hava í løtuni bert kæruna frá Tjaldrinum at taka støðu út frá, og tí hava vit biðji kappingarnevndina um fleiri upplýsingar, sigur Niels Nattestad.

Spurdur, hvussu long tíð fer at ganga, áðrenn dómsnevndin hevur tikið støðu í málinum, sigur Niels, at hann vónar ikki, at hetta fer at taka meira enn eina góða viku.

Umframt Niels Nattestad eru Jógvan Elias Winther Poulsen og Øssur av Steinum í dómsnevndini hjá HSF.