Dómsnevndin varð vrakað

Taktiska medvitið hjá FSF-nevndini tóktist vera sett høgt, tá nýggju kærunevndinar skuldu veljast á aðalfundinum

Sum avleiðing av nærum víðagitna Páll M. Joensen málinum eru reglurnar fyri spæliloyvi í vaksnamannadeildini viðgjørdar á fleiri av formansfundunum, sum hava verið. Nýggju kappingarreglurnar hjá FSF innihalda eisini greiðar reglur fyri skráseting av spælarum og spæliloyvi hjá hesum, og tað er ivaleyst ein avleiðing, sum bæði FSF og feløgini fegnast um.

Dómsnevndin vrakað
Hinvegin varð tosað minni um eina aðra avleiðing, sum varð staðfest á aðalfundinum.
Nýggja skipanin í FSF-reglunum bar við sær, at Aganevnd og Yvirkærunevnd skuldu veljast.
Í Aganevndini, sum avloysir kærupartin av Kappingarnevndini, er ikki loyvi hjá limunum at hava aðrar nevndarsessir í FSF, og tí var greitt, at nýtt blóð nú kemur at viðgera kærur innan føroyskan fótbólt.
Fyri at skapa kontinuitet innan nevndararbeiðið, er framferðin í slíkum førum aloftast, at í øllum førum ein – og kanska tveir – av fyrrverandi nevndarlimunum halda fram í nýggjari nevnd. Og í hesum serstaka førinum vildi tað helst verið upplagt, um ein fyrrverandi dómsnevndarlimur varð settur í Aganevndina, meðan ein annar fekk sess í Yvirkærunevndini.

Nevndartaktikkur
Men so var ikki. Og eittg sindur beistaktiga kann helst sigast, nevndin hálvgum lirkaði fyrrverandi dómsnevndarlimirnar útum.
Í øllum førum vórðu kortini hildin nær kroppinum, áðrenn løtan kom, tá nevndin setti fram síni uppskot til limir í Aga- og Yvirkærunevndini. Við varalimum fevndi listin her um 10 nøvn, men ikki eitt tað einasta av hesum hevði uppruna í gomlu Dómsnevndini. Og høvdu feløgini ikki fyrireikað seg til hesa støðuna, so var tað nú ov seint hjá teimum, sum kundu ynskt veruleikan øðrvísi – at koma við nýggjum uppskotum. Í øllum førum vildi talan tá verið um bæði hálvar og heilar panikk-loysnir, og tað vildu feløgini helst heldur ikki hava.
Og so mundi tað eisini vera eitt fiks taktisk manøvra, at Jens Erik Magnussen varð settur í uppskot. Við valinum av honum í tí heilt tungu Yvirkærunevndina syrgdi FSF nevnliga fyri, at kontinuiteturin hóast alt er til staðar. Tá alt kemur til alt, so er neyvan nakar innan føroyska fótbóltsheimkin, sum er betri vitandi um føroyskar fótbóltslógir enn júst Jens Erik, og tí er tann so týdningarmikli reyði tráðurin framvegis til staðar hóast stóru útskiftingina.

Ongar advokatskrivstovur
Nakað annað, sum eisini tykist eyðkenna nevndarvalið, er, at eingin av privatu advokatskrivstovunum er at síggja millum nevndarlimirnar. Hetta við undantaki av Sigmundi Poulsen, sum er varalimur í Yvirkærunevndini.
Tað var nevnliga eitt gruggandi element av teimum stóru, at skotini undir kæruviðgerðini í fjør í fleiri førum vórðu vend móti advokatskrivstovunum. Tí hóast FSF vónandi hevur neyðuga álitið á teimum sakførarum, sum felagsskapurin gjøgnum tíðirnar hevur valt í ymsu nevndarsessirnar, so er altíð óheppið, um illgitingar um ógegni fara fram. Tann vandin skuldi í øllum førum verið minni, nú talan í øllum førum er um løgfrøðingar, sum ikki hava egna praksis sum sakførarar.