Dómstólurin skal ikki viðgera kappingarmál

Óli Holm, FSF-forseti, sigur, at seinasta snaringin í Páll M. Joensen-málinum als ikki merkir, at FSF ikki viðurkennir Ítróttardómstólin

Fótbóltur

 Hetta málið snýr seg als ikki um nakað stríð millum FSF og ÍSF. Tað snýr seg um, at vit ikki meta dómstólin hava nakað at gera við kappingarmál. Tað er ein støða, sum vit alla tiðina hava havt, og í fjør gjørdu vit vart við júst somu viðurskifti, tá B36 ætlaði sær at senda inn kæru, tá teir vórðu dømdir at tapa dyst í steypakappingini.
Soleiðis sigur Óli Holm, nú FSF í skrivi til ÍSF hevur sagt, at tey ikki meta, at ítróttardómstólurin skal hava nakað at siga í málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Eitt skriv, sum FSF hevur sent, eftir at dómstólurin hevur heitt á FSF um at útflýggjað skjøl í sambandi við málsviðgerðina.

Og FSF-forsetin leggur dent á, at hetta einki hevur við eini vantandi virðing fyri ítróttardómstólinum at gera.
 Tað, sum vit alla tíðina hava skilt við Ítróttardómstólinum, er, at hesin bara skal taka støðu um prinsipiel mál, sum hava týdning fyri reglur og lógir. Dómstólurin arbeiðir ikki undir nakrari tíðarfreist, og tí er vónleyst, um hesin eisini skal viðgera kærur, sum hava við kappingar at gera. Tað kann jú hugsast, at mál tá verða viðgjørd, langt eftir at kappingarnar eru lidnar, og tá ber ikki til at broyta útfallið á hesum.

Vilja ikki nokta
Reglurnar hjá Ítróttardómstólinum staðfesta, at dómstólurin einsamallur ger av, hvørt mál skulu takast upp ella ikki. Merkir útsøgnin hjá Óla Holm saman við skrivinum so, at FSF ikki ætlar at útflýggja skjøl, hóast tvíhildið verður um, at tey skulu útflýggjast?
 Tað ger tað ikki. Hevur Ítróttardómstólurin framhaldandi ta fatan, so mugu tey biða Dómsnevndina um skjølini. Vit hava bara víst á, at vit avgjørt ikki meta, at hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast av einum Ítróttardómstóli, staðfestir Óli Holm.