Hann er fólkaskúlalærari og starvast í Frederikssund, har hann hevur verið lærari á Åbjergskolen síðani 1987. Føðingardagin er hann í summarhúsunum, sum tey í mong ár hava havt við Sejrøbuktina.
Dánial hevur so at siga alla tíðina, síðani hann fyri umleið fjøruti árum síðani fór niður, búð uttanlands. Men hóast hann hevur verið burturi í tveir triðingar av tíðini, sum honum higartil hevur verið tilmáld, so roknar Dánial seg framvegis at vera føroying og serliga at vera svínoying og tað við stóra S. Hetta hóast hann bara var fimtan ára gamal, tá ið hann fór úr Svínoy og til Havnar at ganga í framhaldsskúla.
Dánial er sonur Ingrid og Henry Mellemgaard. Tey vóru bæði úr Svínoy. Hon var yngst av níggju børnum hjá Inger og Símuni Júst Jacobsen. Símun Júst, sum frá 1910 og til 1914 var tingmaður fyri Sambandsflokkin, var lærari í Svínoy, har hann eitt skifti eisini hevði úthandil fyri teir á Stongunum. Henry var í miðjuni í barnaflokkinum hjá Martu og Jákupi uppi á Heygum (hann var ættaður millum Garðarnar á Oyri). Tey áttu sjey børn.
Ingrid og Henry giftust í 1933. Tey bygdu á Geilalið í Svínoy, og í 1960 fluttu tey til Havnar, har tey búðu í raðhúsum í Langatúni, inntil teirra lívsskeið var lokið. Ingrid doyði 4. apríl í 1984, og Henry doyði 12. desember í 1990. Tey fingu fimm synir: Hans Jacob, Símun Júst, Jarvin, Dánial og Árnmar. Hans Jacob býr í Klaksvík, Símun Júst í Havnini og Árnmar á Argjum. Jarvin doyði longu í 1970. Hann var búsitandi í Keypmannahavn.
Dánial giftist í 1968 við Inger. Hon er ættað úr Keypmannahavn, men kortini fór Dánial ikki so langt at fáa sær konu. Tey bæði eru systkinabørn, tí pápi hennara, Óli, sum tíðliga í tíðini fór til Keypmannahavnar og lærdi til maskinmann hjá B&W, var beiggi Ingrid, mammu Dánial. Óli, sum seinnu árini arbeiddi á Orlogsværftinum, var giftur danskari konu, Åse, og tey fingu tvær døtrar. Hin eldra eitur Vivi. Kona Dánial, Inger, fylti 60 í mars.
Inger og Dánial eiga fimm børn: Eva, Vinnie, Jarvin, Henrik og Kristina. Henrik er búsettur í Havnini, Jarvin býr í Nuuk í Grønlandi, og genturnar eru allar á Keypmannahavnar leiðini.
Dánial leyk læraraprógv á Københavns Dag? og Aftenseminarium í 1971. Hann var so eitt ár lærari í Keypmannahavn, og síðani gekk leiðin upp til Grønlands. Har var hann lærari í Maniitsoq (Sukurtopppinum) 1972?1975 og 1976?1983.
Skúlaárið 1975?1976 var Dánial lærari í Svínoy, sum hann heldur so ógvuliga nógv av. Hann er áhugaður í bygdini, fólkinum, sum búgva har og eru ættað hagani, og hann fylgir við í tí, sum gongur fyri seg har úti. Við framúr vøkru hondskriftini skrivar hann eina rúgvu av brøvum og kortum til Føroya, og altíð er tað við einum góðum orði úr Skriftini.
Eisini Inger er ættkær, hon skilir føroyskt og er áhugað í Føroyum og føroyingum. Tey hava vitjað av og á aftur henda vegin, og tey vóru í Svínoy síðsta summar, tá ið Malla hjá Edvardi, kona mammubeiggja hansara og pápabeiggja hennara, fylti hundrað ár.
Hjá Inger og Dánjal hava nógvir føroyingar sitið væl, og tey munnu vera mong, sum heilsa Dániali, nú hann fer um tey seksti.JH