Tað gekk væl hjá Leiknum í dag, tá 330 áskoðarar í Húsavík á norðurlandi Íslands sóu heimaliðið, Vølsung tapa 0-3 ímóti Leiknir úr Reykjavík.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Leiknum í næstbestu fótbóltsdeildini hetta kappingarárið, aftaná tveir javnleikir á heimavølli ímóti KF og Tindastóll.
Dánjal á Lakjuni fekk ein hálvan tíma á vøllinum í dag, tá hann kom inn fyri Aron Danielson. Tá Dánjal kom inn var Leiknir longu á odda 3-0 við málum hjá Brynjari Hlöðverssyni, Hilmari Árna Halldórssyni og Ólafi Hrannar Kristjánssyni.
Dánjal hevði nøkur góð innlegg, og hann kom eisini til ein stóran málmøguleika, har hann burdi økt fyri Leiknir.
Leiknir er nú nummar fimm í næstbestu fótbóltsdeildini við fimm stigum fyri tríggjar dystir. Tó er bert eitt stig upp til fýra tey fremstu liðini, Grindavík, Víkingur Reykjavík, Haukar og BÍ/Bolungarvík, sum øll hava seks stig fyri tríggjar dystir.
Leiknir spælir aftur dyst á Leiknisvølli komandi mikukvøld. Tá er talan um dyst í 4. umfari í steypakappingini. Mótstøðuliðið verður Ármann úr fjórðbestu deildini.