Dánjal Pauli í Búðini 90 ár

Mikudagin 2. desember verður ein kendur føroyingur 90 ár. Hetta er Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað.

Foreldrini hjá Dánjal Paula vóru Jensia, fødd Lisberg, ættað úr Fámjin, og Jóannes Danielsen. Jensia var systir Jens Olivur Lisberg, “faðirin” at Merkinum.

Jóannes átti eina systir, Sigga. Hon giftist við Tróndi Olsen úr Nólsoy.

Sysktini vóru Jenny f. 1921, Sigga f. 1923, Olavus f. 1927 og Súsanna f. 1936. Súsanna var bert 10 á gomul, tá ið hon doyði av tuberklum. Dánjal Pauli og Sigga eru tey av systkjunum, sum eru eftir á lívi.

Dánjal Pauli gekk í skúla á Velbastað hjá Karin Samuelsen, sum er kend sum ein framúr lærari. Hon var lærari á Velbastað 1925-1945.

Dánjal Pauli kom skjótt at læra lívsins álvara at kenna. Pápi hansara kom til skaða, og Dánjal Pauli mátti longu sum 9-10 ára gamal taka upp á seg bóndaarbeiði á garðinum.

Seinni fór hann á búnaðarskúla á Hvanneyri í Íslandi, har hann var árini 1944-46. Meðan hann var burtur máttu mamman, systrarnar og beiggin Olavus taka tyngsta takið við garðinum.

Á búnaðarskúlanum lærdi Dánjal Pauli eisini at mjólka. Í Føroyum var tað soleiðis, at mjólking var konufólkaarbeiði, sum var undir verdigheitina hjá monnum at gera!

Komin heim aftur fer Dánjal Pauli at nútímansgera garðin. Hann fór tá at byggja súrhoyggjbrunnar og fekk sær mjólkimaskinur, sum jú alt lætti ótrúliga væl um.

Men fyri tað var tað ivaleysa strævið. Garðurin er seks merkur. Hann hevði 160 áseyðir. Tey høvdu 10-15 mjólkineyt, og sjálvt við nútimansgering gav hetta nógv arbeiði, eisini við hoygging. Tað var bæði hoyggjað á Velbastað og í Havnardali, sum varð dyrkaður í 1960. Mjólkin varð send til Havnar við bili. Men viðhvørt kundi kavi liggja leingi. Útgerðin til kavarudding var ein spaki, og hann munaði ikki nógv. Tá mátti mjólkin fara til Havnar við rutubátinum. Hon varð í árabáti førd út til gomlu Rituna, tá hon kom framvið.

Tað komu nógv fólk til húsið í Búðini. Her var millum annað støðin hjá Hestfólki, tá ið tey fóru til Havnar. Fyrst var at koma inn til Velbastaðar við báti. Inni í Búðini fingu tey ein snaps, sum gav teimum áræði at ganga tann góða tíman, tað tók til Havnar.

Dánjal Pauli giftist tveir dagar eftir sín 30 ára føðingardag, tann 4.desember 1949, við Helene Marie, vanliga kallað Hella, Jacobsen. Hon var dóttir Marin og Meinhard Jacobsen, sum búðu í Konradsbrekku. Ein beiggi Hellu var rithøvundurin Jørgen Frants Jacobsen.

Her kann eg loyva mær at skoyta uppí, at tey búðu í grannalagnum hjá mammu míni, Lisu hjá Pola. Mamma og Hella vóru nakað javngamlar. Tær spældu saman sum børn og vóru vinir alt lívið. Hetta sigur nakað um trúfesti. Í hesum grannalagi búgva ættirnar nú í fjórða ættarliði

Tey bæði fingu Súsannu, sum sigst at vera røsk at ganga á fjall, men sum ikki vildi vera bóndi. Tí er tað nú Súsanna, dóttir Olavus, sum hevur tikið garðin. Tær báðar eru uppkallaðar eftir fastrini við sama navni, sum doyði so ung.

Súsanna hjá Hellu og Dánjal Paula eigur Amaliu, sum er lækni. Hon giftist beint undan ólavsøku við Høgna Heinesen úr Klaksvík.


Dánjal Pauli og politikkur


Longu sum heilt ungur var Dánjal Pauli hugtikin av Jóannes bónda, sum hann eisini kendi, tí teir búðu í somu sókn. So sjálvstýrishugsjónin hevur alla tíð ligið frammalaga hjá Dánjal Paula. Men mamman Jensia var upprunaliga sambandsfólk. Tað tók nógva tíð at sannføra hana um, at sjálvstýri nú var tað rætta!

Dánjal Pauli hevur tískil mestsum altíð verið virkin í fólkaflokkinum. Ì 1974 hendi tað fyrstu ferð, at samgonga varð skipað millum tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og fólkaflokkin við Atla Dam sum løgmanni. Tá gjørdist Dánjal Pauli annar av landsstýrismonnunum hjá fólkaflokkinum saman við Demmus Hentze.

Hetta var eitt landsstýri, sum framdi nógvar nýskipanir. Eitt av málunum hjá Dánjal Paula var, at øll skuldu fáa somu prístalsviðbót. Undan tí fingu fastlønt hesa viðót í prosentum, meðan tímalønt fingu hana í oyrum pr. stig. Tey fastløntu fingu tískil størri endurgjald enn tey tímaløntu, tá ið t.d. prísurin á breyði fór upp. Hetta kann tykjast at vera ein sjálvfylgja í dag, men var tað ikki tá.

Onnur mál Dánjal Pauli fekk frá hondini var byggingin av Norðurlandahúsinum og Landsbókasavninum.

Hann hevur altíð havt áhuga fyri norðurlendskum samstarvi. Fyri sítt virki á hesum øki fekk hann í 1994 “Letterstedts nordiska førtjänstmedalj.”

Í øðrum førum var Dánjal Pauli frammanfyri sína tíð. Sum tá ið hann vildi hava píkar á dekkum bannaðar. Hetta skapti nógv orðaskifti, og uppskotið varð eisini gjørt til láturs. Men eftirtíðin hevur givið Dánjal Paula púra rætt! Nú verður ásannað, at píkar slíta vegirnar óneyðuga nógv, og at tað ber væl til at koyra trygt í hálku á annan hátt.

Maggi Gunnarsson á Sosialinum hevur eina stuttliga søgu í sambandi við píkar. Dánjal Pauli kom ein dagin inn á verkstaðið, har Maggi arbeiddi, við bilinum punkteraðan. Tá vísti tað seg, at hann hevði koyrt á ein pík. Tað helt hann nú vera lagnunnar speisemi! At júst hann skuldi punktera av einum píki. Dánjal Pauli sat í landsstýrinum í seks ár.


Dánjal Pauli hevur eisini verið við í mongum øðrum almennum størvum. Í 1957 varð hann valdur í jarðarráðið. Her sat hann til hann í 1975 fór í landsstýrið, tey flestu árini sum formaður. Tá mátti hann eisini leggja frá sær starvið sum formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum hann tá hevði havt í 12 ár. Eisini hevur hann verið limur í sjónvarpsnevndini og brunatryggingini.

Aftaná at vera farin úr landsstýrinum varð hann í 1980 valdur at umboða Føroyar í nevndini fyri Norðurlandahúsið, og eigur hann sín part av tí týdningi, sum hetta hús hevur havt fyri Føroyar. Hett starv hevði hann fram til 1998.

Sigast kann, at Dánjal Pauli hevur gjørt sítt til at menna hetta samfelagið. Hann er sera vitandi, fryntligur og fyrikomandi. Tí hevur tað altíð verið hugaligt at hitta hann og fáa eitt prát. Eirikur á Sosialinum fortaldi, at einaferð hevði hann hjálpt Dánjal Paula, tá hann var koyrdur fastur í bilinum. Nakað seinni kemur Dánjal og stingur honum ein bógv! Hetta sigur eisini nakað um mannin. Teirra heim stóð opið fyri øllum, og mong eru tey, ikki minst útlendingar, sum eru komin inn á gólvið og hava sitið væl.

Seinastu árini eru sporini farin at tyngjast, og fyri hálvum øðrum ári síðani fór Dánjal Pauli á Lágargarð.

Higani verður ynskt honum hjartaliga tillukku við hesum stóra føðingardegi.


ó.