Foreldrini vóru Jensia, f. Lisberg í Fámjin, og Jóannes Danielsen, bóndi í Búðini.
Dánjal Pauli tók við festinum í Búðini eftir pápan og sat við tí í mong ár. Men áhugi og vitan hansara rakk langt út um bóndaskap og Velbastað. Hann hevur óvanliga gott minni, hevur nomið sær kunnleika um alt millum himmal og jørð og eigur eina ótrúliga vitan. Hann hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild, bæði burturi og heima, og tí er tað natúrligt, at hann, umframt at bóndast, eisini hevur verið uppi í politikki og í almennum nevndum.
Dánjal Pauli er fólkafloksmaður um ein háls, og hann hevur havt týðandi álitisstørv í flokkinum. Hann er sjálvstýrismaður og man hava fingið tjóðskaparkensluna inn við móðurmjólkini, tí tað var mammubeiggi hansara, Jens Olivur Lisberg, sum fekk tað fyrsta føroyska flaggið framleitt í Keypmannahavn í 1919.
Dánjal Pauli hevur eisini stillað upp fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy, men varð ikki valdur. Harafturímóti kom hann í Landsstýrið, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu eftir valið í 1974.
Hann umsat fjølbroytt málsøki í Landsstýrinum árini 1975-81: landbúnað, mentan og landsverkfrøðingin. Hann fekk nógv av skafti á øllum málsøkjum, men serliga er at nevna Norðurlandahúsið. Erlendur Patursson hevði havt uppskot í Norðurlandaráðnum um at byggja eitt sjónleikarhús í Havn. Tað endaði við einari samtykt um at byggja eitt mentanarhús, og tað fall Dánjal Paula í lut sum landsstýrismanni at fremja ætlanina í verki, sjálvsagt í tøttum samstarvi við Norðurlandaráðið. Hann fór íðin til verka, og í 1983 læt húsið upp.
Sum heild hevur Dánjal Pauli havt stóran áhuga fyri norðurlendskum samstarvi. Fyri henda áhugan fekk hann í 1994 "Letterstedts nordiska förtjänstmedalj".
Av øðrum skal nevnast, at í hansara tíð sum landsstýrismaður varð eisini nýtt Landsbókasavn bygt.
Sum nevnt hevur Dánjal Pauli eisini havt fleiri onnur almenn álitisstørv. Hann sat í mong ár í nevndini fyri Føroya Brunatrygging og í Jarðarráðnum í 18 ár frá 1957, tey flestu árini sum formaður. Hann var formaður í Umboðsráðnum hjá SEV í 12 ár frá 1963, og hann var eisini í stýrinum fyri Norðurlandahúsið 1980-98, 4 ár undantikin. Haraftrat var hann limur í Sjónvarpsnevndini í mong ár.
Dánjal Pauli var giftur við Hellu, sum var úr Havn. Teirra heim í Búðini á Velbastað stóð opið fyri øllum, og mong eru tey, bæði føroyingar og ikki minni útlendingar, sum hava sitið væl har.
Hella, sum var systir skaldið Jørgen Frantz Jacobsen, og Dánjal Pauli fingu dóttrina Súsannu, sum eigur dóttrina Amaliu. Súsanna nam sær útbúgving sum løgfrøðingur. Hon røkir nú hægsta embætisstarv í Føroyum sum stjóri hjá Løgtinginum.
Bróðirdóttir Dánjal Paula, sum eisini eitur Súsanna, hevur fest garðin.
Dánjal Pauli er birgur og líka livandi sum persónur enn, hóast árini nú eru 85.