Dýr politisk lyfti

Tað kostar privatu íleggjarunum eina 20 milliónir, at teir trúðu tí, sum politiski myndugleikin segði seg vilja. Ein herskin biti at svølgja, sigur táverandi landsstýrismaðurin við vinnumálum

Jákup Mørk

Bjarni Djurholm var lands­stýris­maður í vinnumálum, tá farið varð undir ein­skilj­ingina av Atlantic Airways. Ein einskiljing, sum nú helst verður bakkað aftur.
Men hóast støðuna, sum nú er íkomin, so er Bjarni ikki í iva um, at avgerðin um at byrja einskiljingina var røtt.
– Eg eri sannførdur um, at avgerðin var røtt, tá hon varð tikin. Og tá uppskotið varð lagt fyri tingi, haldi eg tað bara var ein einstøk atkvøða ímóti, so onnur vóru eisini samd í hesum. Og hetta varð heldur ikki tikið úr leysum lofti. Hetta var eitt mál, sum varð fyrireikað í eini 2-3 ár, og hetta tíðarskeiðið høvdu vit fleiri ser­frøð­ingar við í okk­ara fyri­reik­­­ing­um.
– Í bak­speglinum kunnu vit siga, at tað byrj­aði at ganga galið, tá ein­skilj­ing­ar­tilgongdin varð broytt. Ætl­anin varð allatíðina, at vit skuldu selja 1/3 til smærri íleggjarar. 1/3 skuldi seljast til institutionellar íleggjarar ella onnur flogfeløg, sum kundu lyfta Atlantic framá, og seinasti triðingurin skuldi so vera blokerandi minni­lut­in hjá landinum, har vit eitt nú kundu tryggja, at felagið framhaldandi kom at hava heimstað í Føroyum.
– Beint undan evstamarki varð hetta tó broytt, so­leið­is at lógaruppskotið bert fevndi um sølu av fyrsta trið­inginum. Men hin­vegin løgdu vit stóran dent á, at næsti trið­ingurin skuldi seljast. Og tað fingu íleggj­arar eisini greitt at vita, sigur Bjarni Djur­holm.

Tóm lyfti
– Tað skuldi tó vísa seg, at politiski myndugleikin ikki helt orð hesum viðvíkjandi. Sjálvandi spældi tað inn, at heimurin upplivdi eina búskaparkreppu, og tí var marknaðurin ikki longur tann sami. Men eg haldi kort­ini, at myndugleikin hev­ur gjørt ov lítið til at kanna, hvør kundi verið áhug­aður í at keypa seinna trið­ingin. Marknaðurin hevur stabili­serað seg síðani, men kortini hevur einki verið gjørt fyri at fremja seinna partin av einskiljingini, og tað hevur sett felagið í eina trupla støðu.
– Ætlanin var allatíðina, at ein einskiljing og børs­noter­ing skuldi styrkja felag­ið. At Atlantic við hes­um stigi – og saman við loft­ferðslu­pakkanum hjá ES – fekk at­gongd til aðrar marknaðir og møguleikar at menna seg. Eg var frá byrjan sannførdur um, at bleiv landið við at eiga sínar tveir triðingar, so kom hetta at merkja færri handlar og harav lægri kurs á partabrævinum.
Bæði undir Bjarna Djur­holm og seini Bjørt Sam­uel­sen helt politiski mynd­ugleikin fast um sonevnda armslength-prinsippið, har myndugleikin ikki gjørdi sær dælt av suverena meiri­lutanum, men tann part­ur­in er síðani broyttur. Í tveim­um førum hava smærri parta­­eigararnir víst stóra ónøgd um, at lands­stýris­mað­urin hevur trumfað nevnd­arval ígjøg­num, og ikki minst hevur størrsti privati íleggjarin verið sera hvassoraður, tí Johan Dahl ikki hevur fylgt sonevndu cor­porate gover­nance-regl­un­um, sum annars vóru frá­boðaðar virðis­bræva­markn­aðinum.

Álitið farið
Bjarni Djurholm er ikki ser­liga fegin um hesa støðu, men hann sigur, at hetta er ein avleiðing av, at einskiljingin ikki varð framd fult og heilt.
– Tá tú hevur við eitt børs­skrásett felag at gera, so eru nakrar aðrar spæli­reglur galdandi. Og eg havi upplivað tað so, at politiski myndugleikin hevur havt ilt við at virða hesar. Sjálv­andi hava fólk – eisini politik­arar – loyvi til at hava sínar mein­ingar um Atlantic Airways. Men tey eiga at vera varin við, hvat sagt verður, tí har eru nakrar spælireglur galdandi fyri partabrævamarknaðin.
– Hetta hevur skapt ein støðugan ófrið, og tað kann felagið ikki liva við. Nú hevur nevndin so eftir øllum at døma sagt, at hendan ein­skilj­ingin má verða fuglur ella fiskur. Og tá tað ikki bleiv annað, so mátti tað verða hitt, sigur Bjarni.
– Men tað merkir, at polit­iski myndugleikin hevur tik­ið íleggjararnar við nøsini. Eitt tað truplasta hjá mær at góðtaka í hesum er, at vit á sinni fingu úti við 100 milli­ónir fyri partabrøvini, og at hesi nú verða keypt aftur fyri nógv minni. Sjálv­andi er nakað goldið í vinn­ings­býti, men stóri trupul­leikin er, at landið ikki helt orð viðvíkjandi ein­skilj­ingar­til­gongdini, sigur Bjarni Djur­holm, sum eisini viðgongur, at hetta í ávísan mun hevur skatt álitið á framtíðar før­oyskum einskiljingum.
– Tað verður í øllum før­um soleiðis, at verður nøk­ur almenn einskiljing framd aftur, so má hendan fremjast í einum høggi. Undir ongum umstøðum kunnu vit í fram­tíðini gera ein lutvísa ein­skiljing, har rest­in er grundað á lyfti frá politik­arunum, sigur Bjarni Djur­holm.