Í ár verður tað dýrari at búgva í fýra av teimum 30 kommunum í Føroyum og samstundis hevur ein kommuna samtykt at lækka barnafrádráttin munandi. Tað vísir ein uppgerð yvir kommunuskattin, barnafrádráttin og kirkjuskattin í teimum ymsu kommununum í ár, aftur ímóti í fjør.
Yvirlitið vísir, at í ár er tað ongin kommununa, sum lækkar skattaprosentið og tá ið fýra kommunur samstundis hækka tað, er avleiðingin, at í miðal er skattatrýstið hjá kommunum hækkað eitt sindur. Í ár verður miðal kommunuskattaprosentið 21,43%, í fjør var tað 21,37%.
Annars er hægsta skattaprosent í ár 23,5% og tað eru tað tríggjar kommunur, sum hava, nevniliga Tvøroyrar-, Sands- og Skopunar Kommuna. Allar høvdu sama skattaprosent í fjør, men í Skopun hava tey hækkað tað úr 23,0% í fjør upp í 23,5% í ár.
Tær tríggjar kommunurnar, sum eisini hækka skattin í ár, eru Fámjins kommuna, sum hevur hækkað skattin 1%, upp í 19%, men samstundis er barnafrádrátturin hækkaður 500 krónur upp í 6000 krónur, sum er í tí hægra endanum.
Annars hevur Hovs kommuna hækkað skattin 0,5%, upp í 20,5%.
Størsta hækkingin er í Vága Kommunu, har skatturin er hækkaður 1,2%, úr 21,3% í fjør, upp í 22,5% í ár.
Og skulu vit nevna onkra barnavinarliga kommunu, er Fugloy á fyrsta plássi, tí har hon hevur, sum tann einasta, ein barnafrádrátt upp á 7.000 krónur,
Í hinum endanum er Skúvoy tann kommuna, har tað loysir seg ringast at hava børn, tí har er barnafrádrátturin bara 3000 krónur og tað er tann lægsti í landinum. Afturfyri hevur Skúvoy landsins lægsta kommunuskatt, tí hann er bara 16%.
Tað er eisini vert at leggja til merkis, at í samanløgdu Eysturkommunu er barnafrádrátturin í ár lækkaður 1000 krónur, niður í 4000 krónur.
Allar kommunur hava ein kirkjuskatt upp á 0,6%, uttan Runavík, har er hann 0,9%. Tórshavnar Kommuna hevur, sum tann einasta, lækka kirkjuskattin í ár, hann var 0,7% í fjør, men í ár verður hann eisini 0,6%.