Dýrari hjá nótaskipunum

- Broytingarnar koma at merkja eina meirútreiðslu hjá einum nótaskipi sum Tróndi í Gøtu uppá einar 250.000 krónur um árið, sigur Jákup Sólstein

Semja 

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sigur, at felagið í fyrstu syfti avvísti øllum krøvum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag um at hækka yvirmannapartarnar, men tá ið FSN at enda hongdi seg í partin hjá 2. stýrimanni umborð á nótaskipunum - og slepti øðrum krøvum um hækkingar annars, gav felagið eftir og vildi undirskriva ein nýggjan sáttmála.

Sáttmálarnir eins

- Vit dugdu ikki at síggja, at vit komu nógv longur, sigur Jákup og vísir á, at hækkingin hjá 2. stýrimanni við teimum smærru nótabátunum hevur ikki so stóran prinsipiellan týdning, tí hesi skip gerast færri og færri í tali.
  Jákup Sólstein sigur, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag sum heild vildi hava yvirmannapartarnar hækkaðar, men hesum avvísti reiðarafelagið.
  - Vit høvdu sersáttmálar um nótaskip, sum vóru uppsagdir, og hesir skuldu eisini fáast uppá pláss. Nú eru sáttmálarnir hjá yvirmonnum við teimum stóru nótaskipunum eins, og tað kann gerast ein fyrimunur, tá ið sáttmálasamráðingar verða aftur.
  Hann vísir á, at broytingarnar koma at merkja eina meirútreiðslu hjá einum nótaskipi sum Tróndi í Gøtu uppá einar 250.000 krónur um árið.
  Ein onnur broyting, sum feløgini samdust um, var eitt ískoyti til sáttmálan hjá frystitrolarum, sum heilfrysta umborð. Her er komið at standa aftrat, at sáttmálin eisini fevnir um skip sum kryvja, avhøvda ella skráskera fiskin umborð. Talan er her um skip, sum fiska í Irmingarhavinum og skip sum heilfrysta fiskin.

Lítil lækking

Jákup Sólstein vísir á, at nýggi sáttmálin eisini ber í sær, at partarnir hjá skipara og stýrimanni umborð á stállínuskipum lækka eitt lítið sindur.
  - Annars eru eingir partar og eingi prosent broytt nakrastaðni í sáttmálanum, leggur hann dent á.               
  Nýggi sáttmálin áleggur eisini reiðarunum at rinda fyri kravd skeið hjá skiparum og navigatørum, men einastu skeiðini, sum eru nevnd í hesum sambandi, eru trygdarskeið og brandskeið.
  - Men her skulu vit so rinda fyri kravd skeið.   
  Jákup Sólstein vísir á, at hesi viðurskifti hevur reiðarafelagið havt í sáttmálanum við maskinmeistararnar seinastu fýra árini.