Dýrur taxa-túrur


Nakrir íslendingar hava nýtt nógvan pening uppá hýruvognar um vikuskiftið. Sunnumorgunin skuldu tríggir íslendingar úr Havn til Fuglafirðar við hýruvogni. Skip teirra lá við bryggju í Fuglafirði, og teir høvdu verið ein túr í Havn.
Tá teir koma til Fuglafirðar fara tveir teirra umborð, meðan tann triði ikki er førur fyri at koma úr bilinum. Hýruvognsførarin fær ikki mannin úr og má tí koyra aftur til Havnar við honum.
Hann verður síðani latin løgreglustøðini, har hann svav rúsin av sær. Sunnudagin koma hinir íslendingarnir aftur eftir manninum við hýruvogni, sum síðani koyrir teir aftur til Fuglafirðar. Íslendingar hava sostatt nýtt nakrar túsund krónur uppá hýruvognar, meðan teir hava verið í Føroyum.