Tann víðgongdi høgaflokkurin í Fraklandi Front National hevur valt ta 42 ára gomlu Marine Le Pen til nýggjan formann. Tað siga keldur, sum standa flokkinum nær, hóast tann almenna fráboðanin væntandi ikki kemur fyrr enn í morgin.
Sambært keldunum vann Marine Le Pen ein sannførandi sigur hjá einum øðrum formansvalevni, Bruno Gollnisch. Samstundis er 82 ára gamli pápi hennara, Jean-Marie Le Pen, farin frá.
Fráfarni floksformaðurin skakaði tað politiska umhvørvið í Evropa, tá hann fyri átta árum síðani gjørdist nummar tvey á franska forsetavalinum, tá hann dystaðist við Jacques Chirac.
Marie Le Pen hevur sagt, at hon ætlar sær at nútímansgera flokkin. Politikkurin verður heldur ikki tann sami sum hjá pápanum, tí hon ætlar sær at brúka eitt heldur varligari orðalag fyri at fáa fleiri veljarar, skrivar AFP.