Góð fólk sum Gutti Winther, Johanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk vóru dómarar.
Dávur Winther gekk framvið við myndatólinum og varð róptur upp, tí tað manglaði ein maður í, soleiðis at kappingin kundi byrja.
Stig vórðu givin fyri fastleika, smakk, útsjónd, framførslu og arbeiðslag. ?
Endaliga úrslitið gjørdist: 1. Petur Jacob Langaard, 2. Ivan Isaksen, 3. Dávur Winther og 4. Tommy Jacobsen.
So, hóast talan er um eitt triðja pláss hjá Dáva Winther, er tað ikki so lítil heiður at fáa, bert tí at eingin annar helt seg til.
Í 1972 var Dávur Winther kokkur við Draganum á snelluveiði undir Íslandi. So, heilt óroyndur skipskokkur er hann ikki.