Hetta verður dystur, sum Dabo hjá EB/Streymi og Hannes Agnarsson og Silas Eyðsteinsson hjá B36 fara at minnast.
Úrslitið millum B36 og EB/Streym var málleysur javnleikur. Hetta var aðru ferð, at EB/Streymur fór í Gundadali við úrtøku. Á krossmessu vann EB/Streymur 2-1 í Gundadali, og aftur í kvøld eydnaðist tað at vinna úrtøku.
Teir í EB/Streymi høvdu alla orsøk til at harmast um, at tað ikki eydnaðist gestunum at vinna fulla úrtøku.
Í fyrra hálvleiki vann EB/Streymur tvey brotsspørk, og í báðum førum var Dabo uppií. Hann átti uppleggið, tá ið Hannes Agnarsson eftir hálvan tíma kendi seg noyddan at brúka hondina dygst undir málinum, og í seinna førinum var tað Dabo, sum Símun Sólheim fimm minuttir undan steðginum feldi.
Boubacar Dabo tók sær av báðum brotsspørkunum og tað eyndaðist honum ikki at skora. Í fyrra førinum bjargaði Silas Eyðsteinsson í B36 málinum, og í seinna førinum sendi Dabo bóltin væl omanfyri málið.
-Undan dystinum høvdu vit selt dystin fyri javnleik, men tá ið leikgongdin verður havd í huga, so harmist eg um, at vit ikki megnaðu at skora og vinna, hóast vit vóru 11 ímóti 10 í ein tíma. Vit eru vanir at vera nógv í verjustøðu og ikki at mynda dystirnar so nógv, og tað var kanska orsøkin til, at vit ikki megnaðu at stýra spælinum, sum vit áttu at gjørt, tá ið vit vóru yvirmannaðir, segði Mikkjal Hellisá, sum var liðformaður, nú Andras Ó. Olsen var leikbannaður, í samrøðu við FM1 útvarpið.
Hóast heimaliðið var undirmannað, so vóru teir í B36 meiri á bóltinum í seinna hálvleiki, tá ið teir arbeiddu nógv og høvdu fleiri royndir ímóti málinum og vunnu fleiri hornaspørk enn gestirnir.
Tá ið EB/Streymur vann seg til góðar málmøguleikar, so var Silas Eyðsteinsson sera stinnur í B36 málinum.
-Hatta var undarligur dystur. Vit høvdu møguleikar at vinna við fleiri málum, tá ið vit eitt nú høvdu bóltin á træverkinum, og teir høvdu møguleikar at vinna við fleiri málum. Undan dystarbyrjan ætlaðu vit at vinna. Eftir dystarlok eru vit vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist, men tá ið veruleikin var, at vit í ein tíma vóru 10 ímóti 11, og at vit fingu tvey brotsspørk ímóti okkum, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við eitt stig, og eg eri væl nøgdur við tað, sum okkara menn løgdu fyri, segði B36 venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
B36 – EB/Streymur 0-0
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Pætur J. Petersen, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen
Reytt kort: Hannes Agnarsson 30. (beinleiðis reytt)
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Virgar Jónsson, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Gutti Dahl-Olsen – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo