Nú Grand Prix kappingin í renning, sum Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan Ítrótt skipar fyri, er farin aftur um bak, verður farið undir eina nýggja kapping, sum verður roynd fyri fyrstu ferð í Føroyum. Henda nýggja kappingin eitur Daewoo Marathon Cup og er samansett av fýra rennikappingum í tilsamans verða 42.195 metrar ella tað sama sum eitt heilt marathon (harav navnið).
fýra umfør
Vinnari av kappingini verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar. Kappingin verður skipa fyri bæði kvinnur og menn. Vinnarin fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3.
Treytin fyri at kunna vera við, tá endaliga støðan verður uppgjørd, er at viðkomandi rennari hevur luttikið, og er komin á mál, í øllum fýra umførunum, sum telja við í kappingini. Umførini framganga av yvirliti aðrastaðni á síðuni.
Byrja leygardagin
Longu komandi leygardag, 12. august, verður fyrsta umfar av kappingini, tá ítróttafelagið, Treysti, skipar fyri 1. umfari.
Runnið verður tá úti á Bumshamri í Klaksvík,, og gongur teinurin eftir Stoksoyravegi, undir Klakki, Bumshamarvegur og Kelduskákið - íalt fýra umfør. Byrjan og mál verða heilt úti á endanum á Stoksoyravegi og tilmelding fer fram á verkstaðnum hjá høvuðsstuðlinum, P/F Esmar Simonsen á Bumshamri frá kl. 11.30.
Eisini renning fyri børn
Í sambandi við renningina í Klaksvík um vikuskiftið, verður eisini skipa fyri renning fyri børn. Henda renning er í trimum aldursbólkum fyri bæði gentur og dreingir. Aldursbólkarnir verða hesir:
børn undir skúlaaldur, børn 1.-3. flokkur og børn 4.-6. flokkur. Børnini renna eftir Torvgøtu, Kelduskákið og Stoksoyravegi. Teir yngru aldursbólkarnir renna eitt umfar tvs. 870 metrar, meðan tey størru børnini renna tvey umfør tvs. 1760 metrar. Vegvísari hjá børnunum verður aftur í ár Karl Birgir Isaksen og fer hann eisini at handa heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í øllum aldursbólkum. Luttøkugjaldi er kr. 20 fyri bæði børn og vaksin, tó er gjaldi fyri systkin kr. 10 í part. Skráin fyri rennikappingina sæst aðrastaðni á síðuni
Góðar vónir
Fyrireikarnir úr Treystinum leggja stóran dent á at renningin er fyri øll, og vóna teir at luttøkan verður eins góð sum hon plagar at verða tá rennikapping er í Klaksvík.