Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, er á veg til Klaksvíkar. Á odda fyri TB er 52 ára gamli Zoran Pavlovic úr Serbia. Tað var hann eisini fyri 21 árum síðani, tá ið TB leygardagin 15. august 1998 spædi í Klaksvík. Ta ferðina gekk ikki so væl. Zoran Pavlovic var bæði venjari og spælari, og TB tapti 10-0.
Sonur Zoran Pavlovic, Deni, var tá knapt fimm ára gamal. Hann er føddur fyrsta september 1993 og minnist tískil ikki, at pápin og liðfelagar hansara fyri 21 árum síðani taptu stórt í Klaksvík.
Nú er 25 ára gamlo Deni Pavlovic miðverji í Klaksvík. Síðstu vikurnar hevur hann ikki verið tøkur orsaka av broti í tumlinum. Nú er gipsið tikið av, og Deni Pavlovic verður í KÍ miðverjuni og harvið millum mótstøðumenninar hjá pápanum.
Nú tað verður farið undir sjeynda umfar er KÍ topplið. Klaksvíkingar hava undanfarnu árini verið fremst eftir nøkur umfør tíðliga í kappingini fyri síðani at detta longri niður á talvuni.
Seinnapartin verður fyrsta royndin at halda tørn um oddasessin, tá ið TB verður gestur á Eiðinum í Klaksvík.
Í fjør taptu Suðringar 3-1 í Klaksvík, í 2017 tapti TB 4-1, í 2016 1-0 og 4-0 og í 2015 1-0. Í 2014 var TB tvær ferðir í Klaksvík. Fyrru ferðina vann heimaliðið 3-0, meðan TB í seinna dystinum vann 3-2.
Higartil í ár hevur tað gingið hampuliga væl hjá TB, sum undan kappingarbyrjan varð roknað at vera upplagdur niðurflytari.
Støðutalvan sigur, at TB er á sjeynda plássi við átta stigum, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss og seks stig fram til KÍ og oddasessin.
Hjá TB er miðvallarin Veljko Vukovic framvegis skaddur. Liðformaðurin og miðverjin Poul Ingason er tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá KÍ kemur tað væl við, at Deni Pavlovic er tøkur aftur. Óli Eyðsteinsson Poulsen er framvegis skaddur, og Ísak Simonsen er leikbannaður. Tað er ivasamt, um Takuya Matsunaga er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í fótinum.