Í dag er dagurin, har fólk kring heimin lata seg í grøn klæði, drekka írska øl og njóta dagin, sum kallast Pátriksmessa, ella "Sait Patrick's Day" á enskum.
Dagurin er tjóðdagur Írlands, og hevur verið hátíðarhildin í Írlandi við kirkjugongd og skrúðgongu, og seinastu árini eisini við mentanarstevnum og veitslum. Í dag verður dagurin eisini hátíðarhildin í øðrum londum við skrúðgongum og veitslum.
Írska halgimenni og apostulin Sankta Pátrik var føddur 17. mars í ár 461/491 (árstalið er óvist) í Onglandi. Sum stórur smádrongur varð Pátrik tikin til írlands, sum trælur av sjórænarum, men flíggjaði seks ár seinni og fekk tá kallið at kristna írar.
Sankta Pátrik verður ofta lýstur við einum smærublaði, sum hevur tríggjar stavnar. Hetta tí hann brúkti smærublaðið at lýsa og forklára tríeinigheitina við, tá hann prædikaði fyri heidnu írunum. Í dag er smæran tjóðskaparmynd Írlands.