Í dag setir B36 sjøtul á nýggja árið

Í kvøld fer árstalsfelagið í nýggjum kørmum undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið

Fótbóltur er á skránni mest sum alt árið. Í landsliðhøpi verður punktum sett fyri 2018 týskvøldið, tá ið Føroyar á Malta fara at spæla síðsta dystin. Har er dagsskráin at sleppa undan aftasta plássi í hesum bólkaspælinum.

 

Fyri góðum trimum vikum síðani – leygardagin 27. oktober – varð punktum sett í heimligu landskappingini. Fyrsta umfar í hesum kappingarárinum var sunnudagin 11. mars. Tað kann roknast við, at tað næsta ár verður farið undir kappingina um somu tíð ella kanska fyrri enn so. Tað vil siga, at tað eru fimtan ella sekstan vikur ella umleið fýra mánaðir, inntil tað verður farið undir nýggja landskapping.

 

Flestu feløgini hava í nógvar vikur og kanska mánaðir fyrireikað seg til nýggja kappingarárið. Venjaraspurningurin er avgreiddur, og spælarar hava skrivað undir sáttmála við feløg, sum teir nú eru bundnir at.

 

B36 vann løgmanssteypið, og í landskappingini endaði B36 á bronsuplássi.

Í kvøld fer B36 undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Jóhan Hofgaard er settur fysiskur venjari, felagið hevur innrættað rúm til fysiska venjing, og í síðstu viku varð nýggj fitnessútgerð sett upp, so tað er klárt, at fara undir fyrstu fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

 

Tveir B36 spælarar eru við landsliðnum á Malta. Teir eru Odmar Færø og Meinhard E. Olsen. Felags fyri teir báðar er, at teir báðir ætla sær av landinum at spæla fótbólt.

Nýggir í B36 hópinum er Erling Jacobsen, Brian Jakobsen og Árni Frederiksberg. Erling hevur áður umboðað Víking. Hann spældi ikki í ár. Brian Jakobsen hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið Skála.

Árni Frederiksberg hevur bara umboðað barndómsfelagið NSÍ, sum hann eisini umboðar á landsliðnum, sum fyrireikar seg at spæla á Malta í morgin.

Tá ið landsliðið verður aftur í Føroyum fer Árni saman við hinum í B36 leguni at fyrireika seg til nýggja kappingarárið.

-Vit fegnast um nýggju umstøðurnar, sum bera við sær, at tað ongantíð hevur verið lagaligari at fara undir pre-season, enn tað er nú, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.